Talið á fólki, sum eru fødd í Grønlandi, men búgva í Danmark, veksur støðugt.
Grønlendska hagstovan hevur gjørt upp, at í 2017 búðu 16.370 grønlendingar í Danmark, og tað vóru 68 fleiri enn árið fyri. Hetta er nýtt met
Gongdin seinastu árini hevur verið, at talið á grønlendingum í Danmark vaksur alsamt.
Í 2017 búðu 2.656 grønlendingar í Norðurjútlandi, 2.530 búðu í eysturjútlandi og 2.307 í Keypmannahavn.