Metstórur Posta-vøkstur

Vøksturin í fjør hjá Posta er tann besti síðani Postverk Føroya varð umskipað til alment partafelag fyri tíggju árum síðani

Posta kann triðja árið á rað vísa á góð úrslit, nú roknskapurin fyri árið í fjør er góðkendur á aðalfundi í almenna partafelagnum.

Sølan vaks við fýra prosentum, úr 91 milliónum krónum upp í 94,6 milliónir, sum er besti vøkstur hjá felagnum síðstu tíggju árini.



Úrslitið bleiv eitt yvirskot áðrenn skatt upp á 4,1 millión krónur og eftir skatt 3,3 milliónir krónur.



Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Joel undir Leitinum, stjóra í Posta.