MFS í Føroyahúsinum: Pisudagur, framløga og cafékvøld

So er MFS aftur á palli við einum fjølbroyttum tiltaki í Føroyahúsinum

Fríggjadagin 30. september skipar MFS fyri pisudegi, framløgu og cafékvøldi við tónleiki í Føroyahúsinum.
Byrjað verður kl 18.30 við einum pisudegi, sum er skipaður sum eitt kunnandi tiltak fyri øll tey, sum júst eru byrjað at lesa. Her fara ymisk føroysk feløg í Keypmannahavn at greiða frá virksemi teirra, soleiðis at tey sum júst eru byrjaði á hægri lærustovni fáa innlit í, hvørjar møguleikar tey hava at hitta aðrar føroyingar mentunnarliga, ítróttarliga og fakliga. Ráðslimir í MFS verða tøkir at svara spurningum um ymisk praktisk viðurskifti, sum kunnu tykjast trupul fyrstu tíðina á einum nýggjum staði.
Kl. 19.30 fer Sámal Matras Christiansen at hava framløgu við støði í høvuðsuppgávu síni við heitinum: »Ímyndin av bústaðnum - ein case-kanning av búsetingini á føroyska meginlandinum í einari mobilari tíð«. Ein forsmakkur uppá, hvat hetta fer at snúgva seg um er viðheft niðanfyri.
Finnur Jensen (úr Páll Finnur Páll) fer at spæla aftaná. Caféin verður opin, so tað er lagt upp til eitt hugnaligt fríggjakvøld við eitt sindur av hvørjum.

Ímyndin av bústaðnum
- ein case-kanning av búsetingini á føroyska meginlandinum í eini mobilari tíð
[Úrdráttur]
Ímyndin av bústaðnum er ein ekstrem og paradigmatisk case-kanning, har ein rúgva av lokalum politikkum og broytingartilgongdum í einari føroyskari bygdakommunu verða kannað. Bygdakommunurnar eru hetta seinasta áratíggið broyttar frá at vera bygdasamfeløg til at gerast nakað, ið minnir um forstaðir. Bygdirnar á meginlandinum eru vorðnar partur av einum stórum »netverksbýi«, har ymisku bygdirnar og býirnir hava ymiskar leiklutir í hesum stóra, nærum landsumfatandi samanhangi. Men tað er munur á, hvussu ymisku kommunurnar velja at taka ímóti teimum nýggju møguleikunum og avbjóðingunum og krøvun-um frá nýggju borgarunum um bústað og tænastuútboð. Serliga viðvíkjandi orðingini av proaktivum og samanhangandi politikkum, er tað ein stórur trupulleiki, at nógvar av kommununum hava sera primitivar fyrisitingarligar umstøður, ella tað eg velji at kalla eina "fólksliga fyrisiting", ið hevur lyndi at vera sera stuttskygd.