Í viku 5 vóru umboð frá MFS á vitjan á øllum míðnámsskúlum í Føroyum. Endamálið var at kunna um ymisk viðurskifti, sum eru týðandi fyri næmingar, ið ætla sær at fara í holt við víðari lesnað.
MFS-umboðini viðgjørdu serliga viðurskiftini í Danmark, meðan Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni (ASK) greiddi frá um lestrarviðurskifti í øðrum londum.
Í hesum døgum nærkast freistin at søkja um útbúgvingarpláss gjøgnum kvotu 2 í Danmark. Í Danmark er tað nevniliga soleiðis, at hevur ein ikki tað kravda miðaltalið (sum gevur atgongd gjøgnum kvotu 1), er møguligt at savna sær stig, og á tann hátt fáa atgongd til tað ynskta lestrarplássið. Ymiskt er hvat tey ymisku útbúgvingarstøðini leggja dent á, so tað loysir seg at lesa væl uppá og/ella seta seg í samband við útbúgvingarstaðið. Tá ið søkt verður gjøgnum kvotu 2, skal ein »levnedsbeskrivelse« ofta skrivast. Her verður greitt frá, hví tú velur júst hesa útbúgvingina, hvør tín serligi førleiki er, og hvat tú hevur hugsað tær at nýta útbúgvingina til. Freistin at søkja gjøgnum kvotu 2 er 15. mars. Umsóknarblaðið, KOT, fæst á LFÚ-ráðgevingini og í miðnámsskúlunum frá miðjan februar; tað er seinkað í ár vegna stjórnarskiftið í Danmark. Tað liggur eisini á heimasíðuni www.ivuc.dk
Fyri tey, ið hava tað miðaltalið, ið krevst, er freistin 1. juli sama árið, sum byrjað verður 1. september. Teimum nýtist bert at útfylla umsóknarblaðið og viðleggja prógv frá miðnámsskúlanum. Svarið kemur við postinum umleið 29. juli.
Týdningarmikið er, at ikki verður bíðað við at søkja bústað, til svarið er komið. Tað er ov seint, tí bíðitíðin ? serliga í størru býunum í Danmark ? kann vera sera long, heilt upp í 9-12 mánaðir. Dømi eru tó eisini um at lesandi fáa bústað innan 2-3 mánaðir. Tey, ið ætla sær at byrja komandi heyst (september 2002), kunnu vanliga søkja um at sleppa at flyta inn 3 mánaðir fyri lestrarbyrjan, men ymiskt er, nær ein kann søkja av fyrstan tíð. Summi kollegii loyva umsøkjarum at søkja 6 mánaðir frammanundan, meðan tey aðra staðni siga 3 mánaðir. MFS vil við hesum gera vart við, at vit á lestrarkunningini ? og seinni í Útvarpi Føroya ? av misgáum søgdu, at teir 6 mánaðirnir vóru galdandi fyri bústaðarsøking sum heild. Rátt verður til, at lestrarsøkjandi altíð seta seg í samband við tey kollegii, søkt verður til. Um søkt verður úr Føroyum, økir tað um møguleikarnar at fáa bústað, tí tey, ið hava langan tein í skúla, sleppa longur upp á bíðilistan.
Mong onnur viðurskifti eru umráðandi at seta seg inn í, tá ið farið verður í holt við víðari lesnað. Hetta kann m.a. gerast við at luttaka í Pisudegnum, sum MFS skipar fyri, og sum verður hildin á hvørjum ári um ólavsøkutíð. Ein annar máti er at seta seg í samband við MFS á mfs@mfs.fo.
Í útlandinum eru umsóknarfreistirnar ymiskar í teimum ymisku londunum. Tað eigur tú at kanna í góðari tíð, kanska upp til eitt heilt ár frammanundan, greiddi Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni, ask@ask.fo, frá. Á ASK fært tú eisini meira at vita um útbúgvingar í útlandinum.
Samanumtikið eydnaðist lestrarkunningin sera væl, men vegna veður var kunningin tíverri avlýst á miðnámsskúlanum í Vági. Arbeitt verður við at finna tíð til eina nýggja vitjan seinni í vár.
Næmingarnir á ymsu skúlunum vóru sum heild heilt væl nøgdir við kunningina hjá MFS. Hetta kann m.a. lesast í teimum spurnarbløðum, sum næmingarnir fyltu út aftaná at lestrarkunningin var lokin. Ein samandráttur av svarunum hjá næmingunum ? og annars lestrarkunningini sum heild ? verður prentað í limablaðnum hjá MFS seinni í ár.