Hans Waag, stjóri í Handilskjarnanum
Í kvøld skal býráðið taka støðu til, um høvuðsstaðarkommunan skal keypa Degns hús. Um býráðið skal gera henda handilin, og um teir halda, at kommunan skal rinda fimm milliónir fyri tey, er upp til teir fólkavaldu at gera av.
Men tað eru politisku signalini, sum í sambandi við umrøðuna av hesum keypinum hava verið frammi, at vit undrast. Leingi hevur verið tosað um, hvussu týdningarmikið tað er, at tað er lív í hugnaliga miðbýnum. Fyri okkum, sum halda til í miðbýnum, benda politisku signalini ikki á, at tað eru korini fyri handli og tænastum í miðbýnum, sum tað verður hugsað um.
Í staðin fyri at fokusera upp á, hvørjir møguleikarnir eru fyri at gera miðbýin meiri atkomuligan, so verður tosað um, hvussu tað skal bera til at avmarka møguleikarnar hjá teimum, ið ætla sær við bili í miðbýin. Møguleikarnir at parkera skulu skerjast uppaftur meiri, og tað hevur eisini verið nevnt, at bilferðsla í miðbýnum skal mest sum bannast.
Vit halda, at hetta eru lítið konstruktivir tankar, og vit halda, at tað eru nógvir møguleikar, ið eru meiri hugaligir, og sum býráðið átti at umhugsað. Sjálvandi um málið framvegis er, at fyritreytirnar hjá handilslívinum og øðrum tænastuvinnum í miðbýnum skulu betrast.
Parkeringsumstøðurnar eru altíð aktuellur spurningur. Kommunan skal eiga tøkk fyri, at teir syrgdu fyri væl eydnaða parkeringsplássinum við Jóannes Paturssonargøtu. Vit halda, at kommunan átti umhugsað at fingið fleiri parkeringspláss til vega. Býráðið átti at hugt rundan um seg, hvussu teir í grannalondunum loysa henda spurningin.
Ein upplagdur møguleiki hevði verið at hugsað um parkeringøkir í fleiri hæddum. Tað eru so nógv dømi um, at hetta ikki nýtist at skemma umhvørvið. Hetta átti at verið umhugsað á Skálatrøð, og tað eru eisini onnur øki, har góður møguleiki hevði verið fyri hesum.
Í vikuni varð møguleikin nevndur, at nú fast samband verður um Leirvíksfjørð, átti kommunan at umhugsað at sett bummar, soleiðis at tað skal gerast torførari at koma í miðbýin. Hetta er heilt burturvið. Bilurin skal setast longri úti ella uppi í býnum, og so skulu tey ferðandi ferðast til og frá miðbýnum við býbussunum, verður sagt.
Uppskotið ljóðar kanska ikki so órímuligt. Men tað ber ikki til at fáa sovornar skipanir í lag, meðan bussleiðin er í tí líki, sum hon nú er tað. Frekvensurin er alt ov lítil. Tað ber ikki til at rokna við, at tey, sum hava ferðast í egnum bili í ein tíma til Havnar, fara at lata sær lynda, at tey skulu brúka tað mesta av einum tíma fyri at sleppa inn í býin. Um býráðið ætlar at gera álvara av hesum tiltakinum, so mugu teir økja nógv um busstænastuna. Tað ber ikki til at rokna við, at fólk á veg til og úr miðbýnum skulu bíða í meiri enn tíggju minuttir. Tað er ivaleysa long bíðitíð.
Í staðin fyri at práta um, hvussu tað í býnum kann gerast ólagaligari hjá teimum, sum tað nú verður lagaligari hjá at ferðast til Havnar, so átti býráðið at umhugsað og viðgjørt, hvussu miðbýurin átti at verið gjørdur meiri innbjóðandi. SMS er partur av miðbýnum, men tað er einki sjálvsagt samband millum Trapputrøðna og gamla miðbýin. Hvussu hugnaligt og gott samband kundi verið veruleiki á hesum strekkinum, átti at verið ein av konstruktivu avbjóðingunum hjá kommunalu myndugleikunum at farið undir.
Tað eru nógvir konstruktivir møguleikar. Myndugleikarnir eiga at fokusera upp á teir heldur enn at senda signal út um, hvussu teir umhugsa at gera forðingar fyri, at tey, sum miðbýurin livir av at tæna, skulu sleppa hagar, sum tey ætla sær.