Eyðun Mohr Viderø
---------
Nú bjóðar Miðlahúsið lesarum at vera við til at »hjálpa« landsstýrinum, so hesi kunnu finna neyðugar inntøkur og neyðugar sparingar, fyri at fáa nærum? javnvág á fíggjarløgtingslógini!
Kaj Leo fekk ikki 200 mió kr. frá danska statskassanum til at hjálpa um okkara hall, fekk einans 9 mió kr. Puff..ØV...
Støðuna hjá Sosialinum, Miðlahúsinum og portali teirra kenna vit. Her er bert talan um niðursetandi umtalu frá einum partapolitiskum »neutralum« miðli, og hava vit á nakran hátt møtt einum neiligum viðmerkjara um støðuna hjá politisku leiðslu landsins, so er tað frá hesum miðlum.
Tí er áheitan Miðlahúsins tað reina fupp og svindul!
At biðja tey somu, sum á facebook og sum viðmerkjarar á portalunum gera eina »vælmeinta« innstilling um landsins støðu er tað reina »gass«!
Vil Miðlahúsið liva upp til sítt IMAGE í hesum viðfangi, so er eitt at gera, og tað er at geva almenna tænastumanninum Herman Oskarson (valevni Tjóðveldisins) ein fastan teig í blaðnum at ummæla núverandi samgongupolitikk!
Longur koma tit ikki!