Miðlaráðgevi hjá Mike Pence hevur koronavirus

Koronakanning hjá Katie Miller var í gjár positiv. Hon er ein av næstu starvsfólkunum hjá Mike Pence, varaforseta í USA

Ein av fjølmiðlaráðgevunum hjá Mike Pence, varaforseta í USA og kona ein av næstu ráðgevunum hjá Donald Trump, eru staðfest positiv við koronavirus.

Tað hevur skapt ótta um, hvørt virusið hevur breitt seg i Hvítu Húsunum í Washington. Katie Miller er kona Stephen Miller, sum er innflytararáðgevi í Hvítu Húsunum og røðuskrivari.

Donald Trump fekk boðini um sjúkuna hjá Katie Miller á einum fundi við republikanskar lóggevar í gjár – dagin eftir at Trump sjálvur var staðfestur negativur fyri koronavirus.

– Katie er kannað í longri tíð, og so kom kanningin brádliga aftur positiv í dag, sigur Trump.

Í somu syftu leggur hann dent á, at hann ikki hevur verið í sambandi við hana, men at Katie Miller hevur verið saman við varaforsetanum Mike Pence.

– Eg skilji, at Mike er kannaður, og at kanningin hjá honum er negativ, sigur Donald Trump.

Katie Miller er annar persónur í Hvítu Húsunum, sum er kannað positiv við koronavirus hesa vikuna.

Tað hevur skapt ótta fyri smittu hjá forsetanum og varaforsetanum, sum leiða stríðið ímóti farsóttini, og sum báðir hava verið á ferð og hildið fleiri fundir seinastu tíðina.

Kayleigh McEnany, tíðindaráðgevi í Hvítu Húsunum, sigur, at fyrisitingin verjir bæði Trump og Pence, og hon vísir á nýggj tiltøk, so sum smittusporing.

– Vit gera alt fyri at verja forsetan, segði hon við tíðindafólk í gjár.

Hvítu Húsini hava harumframt sett í verk dagligar – heldur enn vikuligar – koronakannigar av Donald Trump og Mike Pence.

Báðir hava higartil verið negativir.

Tíðliga gjáramorgunin okkara tíð vóru næstan 1,3 milliónir fólk í USA váttað smittað við koronavirus, meðan talið av deyðum av sjúkuni var komið upp á 77.179.

/ritzau/Reuters