Foreldrini hjá Miu vóru, Emilie og Karl Petersen, á Trøðni, á Selatrað.
Í 1937 giftist hon við Mathias Jacobsen (1904-1980), hann var sonur Suffíu og Mathias Jacobsen, á Heyggi á Selatrað.
Mathias var sjómaður í nógv ár, hann róði eisini út í Grønlandi. Síðstu nógvu árini var hann á landi og arbeiddi sum timburmaður, og hevði hann tað mesta av landinum sum sítt arbeiðsøki. Ein av teimum góðu gomlu timburmonnunum.
Mia hevur síðan tey giftust passað hús, mann og børn. Eitt skifti vaskaði hon í skúlanum á Selatrað, til skúlin bleiv niðurlagdur í 1969.
Mia og Mathias fingu 9 børn, tey eru: Diana, Lena, Ásbjørn, Tórur, Tróndur, Grímur, Mia, Dávur og Kári.
Børnini búgva ymsastaðni kring landið, og eitt býr í Í slandi og eitt í Norra.
Mia eigur 28 ommubørn og 25 langommubørn.
Hóast Mia hevur havt mótgongd og síðstu árini verið illa gongd, og ikki kunna gingið og runnið sum mong onnur, hevur hon tó ongantíð mist álitið á sín Harra og frelsara, sum hon tók ímóti sum ung, og hon veit, at hon einaferð skal møta Mathiasi aftur heima í himli.
Hjartaliga tillukku við degnum.
x