Michal er aftur í B36

Michal D. Przybylski hevur skift aftur til B36, eftir eitt ár í HB

B36 boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla Michal D. Przybylski. Hann hevur í fjør spælt við HB, men hann er ein gamal kenningur í B36, tí hann spældi við árstalsfelagnum frá 2018 til endan av 2020. 

 

Tað hava verið nógvar óvissur kring B36, sum skal hava spælarar inn fyri Hannes Agnarsson, Bjarna Petersen, Andrias H. Eriksen og Sebastian Pingel. Hartil er óvist um Magnus H. Jacobsen og Alex Mellemgaard halda fram komandi kappingarár. Felagið hevur fingið tilgongd av Magnusi Egilsson og Símuni Sólheim, meðan Eli F. Nielsen er klárur eftir drúgvan skaða.

 

B36.fo skrivar:

 

Eftir eitt ár norðanfyri, so er 24 ára gamli Michal D. Przybylski aftur, har hansara gjøgnumbrot fekk ferð á, í B36. Michal kom til B36 á sumri í 2018 og leikti við B36 til og við kappingarárið 2020. Í 2021 var hann hjá grannunum í HB, men nú verður hann so í B36 í 2022.