U21: Miðaloddsini upp á sigur til Føroyar á Kroatia eru 16,67

Seinnapartin spælir U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Kroatia

Seinnapartin klokkan 16 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst á útivølli móti Kroatia.

 

Tá liðini hittust á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík í fjør vann Kroatia 4-2 á Føroyum. Gutti Dahl-Olsen skoraði bæði tey føroysku málini. Kroatia var á odda 3-0, men Gutti fekk spenning í dystin aftur við at minka um munin til bæði 1-3 og 2-3. 

 

Í 2007 tapti føroyska U21-landsliðið 0-2 og 1-2 móti Kroatia í EM-undankappingini. 

 

(Televarpið vísir dystin á Rás1)

 

Kroatia er risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á kroatiskan heimasigur eru so lág sum 1,10.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott úrslit fyri Føroyar eru 8,58.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru so høg sum 16,67.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##