Miðil: Luttøkan hjá Reiley í Grand Prixnum kann vera í vanda

Danski miðilin Ekstra Blaðið skrivar í dag eina søgu um, at sangurin hjá Reiley er blivin spældur alment fyrr - og tað er í stríð við reglugerðina

Í vikuni bleiv avdúkað, at føroyski Reiley (Rani Petersen) verður millum luttakararnar í ársins Melodi Grand Prix í Danmark, sum er undankappingin til Eurovision.

 

Hann skal luttaka við sanginum "Breaking My Heart".

 

Men nú í dag skrivar Ekstra Blaðið, at hansara luttøka er í vanda. Yvirskriftin er "Bryder DR-regler: Kan ryge ud".

 

Tí sambært reglugerðini hjá DR, skal sangurin verða heilt nýggjur, og so hevur mann ikki loyvi til at brúka ein sang, sum hevur verið spældur alment fyrr – til dømis í útvarpi ella á eini konsert.

 

Men Reiley hevur sambært Ekstra Blaðnum spælt sangin "Breaking My Heart" alment í heyst til festivalin "Slow Life Slow Life" í Seoul.

 

Hóast reglugerðin sigur, at man ikki sleppur hetta, so ber til at fáa undantaksloyvi, um man til dømis kunnar DR um hetta áðrenn. Ekstra Blaðið hevur spurt DR um hetta, og sambært miðlinum verður málið nú kannað.

 

Hevur tú enn ikki hoyrt tann annars fangandi sangin "Breaking My Heart", so kann hann hoyrast her:

 

##med2##