Miðil: Skjøl sáa iva um negativar rentur eru lógligar

Tað kann enda við, at bankakundar skulu hava endurgjald, um tað vísir seg, at teir av órøttum hava verið noyddir at goldið negativar rentur.

Í eina tíð hava løgfrøðingar hjá danska Brúkaraumboðnum sátt iva um, hvørt bankarnir hava rætt til at krevja negativar rentur frá kundunum.

Tað sæst av skjølum, sum TV2 hevur fingið fatur á.

Fleiri bankar í Danmark og Føroyum hava sett í gildi negativar rentur á innlán hjá kundum. Tað vil siga, at tað kostar kundunum at hava pengar standandi í bankanum.

Bankarnir hava grundgivið við, at teir eisini gjalda pengar fyri at hava pengar standandi í Tjóðbankanum, banka bankanna.

Men sambært skjølum hevur Brúkaraumboðsmaðurin í eina tíð kannað, um bankarnir hava rætt til at áleggja kundum negativar rentur.

Avbjóðingin er helst í sjálvari avtaluni millum kundan og bankan. Tí hetta kann fara at snúgva seg um, hvørt tað at áleggja negativa rentur stríðir ímóti avtaluni millum partarnar.

Um so er, at bankin ikki hevur havt rætt til at krevja negativa rentu, kann tað sambært bankagranskara enda við, at bankarnir mugu gjalda kundunum pengarnar aftur.

– Tað kann í ringasta føri enda við, at bankarnir skulu gera allar avtalurnar umaftur og kanska gera tað gott aftur við kundarnar, sigur Lars Krull, bakagranskari og seniorráðgevi við Aalborg Universitet, við TV2.

Í danska Fíggjareftirlitinum, sum hevur eftirlit við bankunum í kongaríikinum, hava tey alla tíðini gjørt greitt, at negativar rentur ikki eru í stríð við nakra fíggjarliga regulering.

Í fleiri mánaðir hava Fíggjareftirlitið og Brúkaraumboðsmaðurin samskift um minusrenturnar, vísa skjølini, TV2 hevur fingið fatur á.

Fíggjareftirlitið hevur tó ikki fyrihildið seg til spurningin um tað lógliga í, at áleggja kundum minusrentur uttan avtalu. Tann vinkulin er ein spurningur fyri kærunevndina og dómstólarnar, vísir eitt skjal frá eftirlitinum.

Í samskiftinum millum Brúkaraumboðsmannin og Fíggjareftirlitið hevur eftirlitið ávegis skrivað, at »der intet ligger til hinder for, at ankenævnene eller domstolene vil kunne finde frem til, at negative renter er ulovlige«.

Fyri TV2 váttar Brúkaraumboðsmaðurin, at roknað verður við at koma til eina endaliga avgerð í málinum skjótast.

Stjórin í Fíggjareftirlitinum, Jesper Berg, heldur sambært TV2 fast í metingini hjá eftirlitinum. Men hann sigur, at eftirlitið nú hevur sent spurningin víðari til ES-Nevndina og bíðar eftir teirra útlegging av reglunum.

/ritzau/