Miðlar døma Russland vera farið á ríkishúsagang

Sambært Bloomberg og BBC News hevur Russland ikki megna at goldið fyri skuld í dollarum, sum er fallin til gjaldingar og er nú farið á ríkishúsagang.

 

Revsitiltøkini ímóti Russlandi fyri kríggið í Ukraina raka nú Russland so meint fíggjarliga, at landið ikki megnar at gjalda rentur av uttanlandsskuldini (Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix)

Hamarin er av álvara fallin yvir Russland, sum í gjár ikki megnaði eitt rentugjald til útlendskar íleggjarar upp á yvir 100 milliónir dollarar.

Tað skrivar amerikanski fíggjarmiðilin Bloomberg og bretska BBC News, sum bæði døma Russland vera farið á ríkishúsagang.

Russland rindaði ehldur ikki 27. mai eitt rentugjald, sum landið skuldi havt goldið í dollarum. Tá tað síðani eru farnir 30 dagar, uttan at lánsveitararnir hava fingið nakrar pengar, er landið farið á ríkishúsagang, skrivar BBC News.

Vanliga er tað upp til tær stóru kredittmetingarfeløg at lýsa at eitt land á ríkishúsagang. Tað merkir, at landsins ríkiskassar eru tómir, og at tað ikki megnar at gjalda sína skuld.

Men tey trý størstu kredittmetingarfeløtini - S&P, Moody's og Fitch - hava fingið forboð frá ES at kredittmeta Russland og kunnu tí ikki lýsa landið vera farið á ríkishúsagang.

Tað eru ongar formligar avleiðingar, við at eitt land er farið á ríkishúsagang. Men tað kann geva Russlandi verri treytir, tá landið í framtíðini skal læna pengar.

Ríkishúsagangurin er sambært Bloomberg tann fyrsti hjá Russlandi síðani 1918.

Sambært BBC News er var landið eisini á húsagangi í 1998, tá mikil hurluvasi var síðst í embætisskeiðnum hjá Boris Jeltsin forseta.

Russiski fíggjarmálaráðharrin, Anton Siluanov, segði hósdagin støðuna vera eina »farsu«, skrivar Bloomberg.

Russland hevur sagt, at gjaldingin upp á 100 millónir dollarar er send til bankan Euroclear, sum skal veita pengarnar víðari til landsins kreditorar. Sambært Bloomberg eru pengarnir tó fastir har.

Russland hevur harumframt sagt, at landið ikki fer at kunna gjalda sína skuld vegna búskaparligu revsititøkini, sum vesturheimurin hevur sett í gildi í móti landinum.

Russland sigur tað vera eina "force majeure". Ein force majeure er støða, sum ein partur ikki hevur tamarhald á. Tað kann til dømis vera kríggj ella náttúruvanlukka.

Hassan Malik, sum er seniorgreinari við amerikanksa íleggingargrunnin Loomis Sayles, sáðar tó iva um, hvørt Russland av røttum kann siga hetta.

– Revsitiltøkini vóru svar upp á eina gerð hjá Russlandi, sigur hann og vísir til innrásina í Ukraina.

Stórir partar av goymsluni hjá Russlandi av dollarum og evrum eru goymdir uttanlands. Her hava vertslondini í nógvum førum valt at fyrst inni pengarnar, sum ger tað trupult hjá russisku stjórnini at brúka pengarnar at gjalda niður skuldina.

/ritzau/

 

Revsitiltøkini ímóti Russlandi fyri kríggið í Ukraina raka nú Russland so meint fíggjarliga, at landið ikki megnar at gjalda rentur av uttanlandsskuldini (Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix)