Mike Fonseca meldaður fyri grooming

28 ára gamli fólkatingsmaðurin Mike Villa Fonseca er meldaður til løgregluna fyri grooming.

 

Mike Villa Fonsce, fólkatingsmaður fyri Moderatarnar (Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Tað skriva TV2 og Ekstrablaðið í dag.

Grooming er, tá eitt barn ella ungur verður lokkaður av einum vaksnum til at gera ávís ting, ofta kynsligar gerðir.

Fyri TV2 váttar Midt- og Vestsjællands Politi, at tey leygarkvøldið fingu eini skriftlig boð, har onkur varð meldaður. Løgreglan vil ikki siga, hvør ið er meldaður.

Mike Villa Fonseca segði fríggjakvøldið við TV2, at hann er í parlga við eina unga gentu undir 18 ár, og at hann harvið hevði brotið atferðarkodeksi hjá Moderatunum.

Tí stóð Mike Villa Fonseca til at verða tveittur úr flokkinum, sum hann er valdur í Fólkatingið fyri.

Hann gjørdi eisini greitt fríggjadagin, at tað er samtykki frá foreldrunum hjá gentuni til parlagið. Tað vátta foreldrini hjá gentunum fyri Ekstra Bladet.

/ritzau/

 

 

Mike Villa Fonsce, fólkatingsmaður fyri Moderatarnar (Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)