Mikkjal var bestur í august

Næstbesta deildin í Norra hevur valt Mikkjal K. Thomassen til besta venjaran í august

Tað gongur væl hjá føroyingarfelagnum í OBOS-deildini í Norra. Fredrikstad FK, ið hevur Mikkjal K. Thomassen sum venjara og føroysku landsliðsspælararnar, Jóannes Bjartalíð og Brand Hendrikson í hópinum, liggur seks stig fremst.

 

Við fimm sigrum í seks dystum í august er Mikkjal K. Thomassem valdur til besta venjaran í august. Tað boðar felagið frá á sosialu miðlunum. Nummar eitt og tvey flyta upp í Elituseriuna og í løtuni ery sjey stig niður til KFUM Olso á triðja plássi.

 

Nummar tvey er Kongsvinger, sum eina ferð hevði Julian Johnsson í hópinum.

 

##med2##