Mikkjal við áheitan til viðhaldsfólkini hjá KÍ

Conference League: Venjarin hjá KÍ vónar at endurskapa stemningin frá steypafinaluni í 2016, og FM-finaluni í 2019

Í annaðkvøld klokkan 19 skal KÍ spæla seinna dystin í 3. umfarinum í UEFA Europa Conference League móti Ballkani úr Kosovo. Fyrri dysturin endaði við 3-2 sigri til Ballkani. Seinni dystrin verður á Tórsvølli, og venjarin hjá KÍ hevur eitt ynski:

 

- Vit hava áður staðið í hesari støðuni, at vit hava tørv á stuðli uttan fyri síðulinjurnar. Serliga minnast vit steypafinaluna í 2016, har stuðulin fyri fyrstu ferð í míni tíð sum venjari í KÍ var í heimsflokki, og so eisini FM finalan í 2019, sum verður ongantíð gloymd. Vit vóna at fáa tílíkan stuðul hóskvøldið - tí hetta kann geva spælarunum ómetaliga nógv í stríðnum um víðari luttøku, sigur Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Málsetningurin er greiður. KÍ skal vinna við meiri enn einum máli, fyri at vinna seg víðari til playoff dystirnar. Her skal vinnarin av hesi uppgerðini spæla móti Shkupi úr Norðurmakedonia, sum tapti 5-1 samanlagt móti Shamrock Rovers úr Írlandi í Europa League undankappingini.

 

- Ballkani er eitt sterkt lið, ið megnaði at straffa okkum upp á okkara feilir í fyrra hálvleiki - út á seinna hálvleik riggar okkara upplegg til fulnar, og fáa vit gagnnýtt nakrar av veikleikunum hjá Ballkani og fáa hálað tvey mál inn á teir, sigur Mikkjal K. Thomassen við heimasíðuna hjá KÍ.

 

KÍ hevur eina ferð fyrr verið í 3. umfari í evropeiskari kapping. Tað var í 2020, tá KÍ vann 6-1 Dinamo Tbilisi á Tórsvølli. FM1 hevur beinleiðis frásøgn dystinum.