Mikkjal tapti við einum máli móti svensku meistarunum

Fredrikstad spældi venjingardyst móti Häcken í Göteborg

Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad sum spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini spældi í kvøld venjingardyst móti svensku meistarunum, Häcken í Göteborg.

 

Häcken vann dystin 2-1. Jóannes Bjartalíð hevur ein skaða at dragast við, og tí var eingin føroyingur á vøllinum fyri Fredrikstad í kvøld.

 

Sambært Göteborgsposten legði Häcken hart út og hevði fitt av málmøguleikum fyrstu løtuna, og í 17. minutti legði Semir Bosnic Häcken á odda 1-0. 

 

Í fyrra hálvleiki fekk Häcken eitt brotsspark, ið lukkutíð fyri Frederikstad var sent á tvørstongina. 

 

Tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki javnaði Lucas Lima fyri Fredrikstad. 

 

Lars Olden Larsen skoraði sigursmálið fyri Häcken tá 63 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Häcken skal sum svenskur meistari royna at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl í summar, meðan Fredrikstad fer at stríðast fyri at flyta upp í bestu norsku fótbóltsdeildina.

 

Tí kann sigast, at eitt 1-2 tap fyri svensku meistarunum á útivølli er ein góðkend roynd hjá Mikkjali og hansara monnum. 

 

4. februar spælir Fredrikstad venjingardyst móti Kongsvinger.