Italska løgreglan hevur ikki mist vónina um at finna tær seks ára gomlu sveisisku tvíburarsystrarnar Alessia og Livia aftur. Orsøkin er, at løgreglan hevur funnið ein sokallaðan ?mikrochip?, sum var í einum GPS-tóli, sum pápi genturnar átti.
Pápin beindi fyri sær við at leypa fyri eitt tok í Italia tann 3. februar. Seinni fann løgreglan partar av GPS-tólinum hjá manninum beint við tokstøðina, og i dag fann løgreglan sjálvan mikrochipin, sum var í GPS-tólinum. Hann hevur løgreglan longu sent til USA til kanningar, og løgreglan vónar nú at fáa at vita, at mikrochipurin kann siga, hvar pápin og tær báðar genturnar vóru, áðrenn hann tók lívið av sær.
Fleiri eygnavitni hava sagt løgregluni, at tey sóu pápan og genturnar umborð á einari ferju, sum fór til oynna Korsika, men síðani hevur eingin sæð genturnar.
Í einum brævi, sum pápin skrivaði, áðrenn hann beindi fyri sær, skrivaði hann, at hann hevði gjørt av við genturnar, og at tær hvíla í friði.