Milan Cimburovic, sum hevur verið ungdómsvenjari í TB og B36, og eitt stutt skifti var hjálparvenjari hjá B36, hevur fingið venjarastarv í Alabama í USA. Hetta skrivar Suðuroyarportalurin.
Hann skal venja eitt U19-lið hjá Soccer Academy Alabama. Hann skal standa á odda hjá liðnum saman við einum venjara úr brasilska felagnum Fluminense.
Í fyrstu atløgu er hann settur í starv í mars-mánaða, men møguliga verður samstarvið longt í summar.