Álvur Haraldsen tók myndirnar á hátíðarløtuni á Hotel Føroyum fyrrapartin.

Miljónir til viðgerð og gransking í diabetes og endokrinologi

Steno Miðstøðin í Føroyum verður skipað sum partur av Medisinska Deplinum, og ein nevnd við fimm limum verður sett at hava yvirskipaðu ábyrgdina av miðstøðini.

Álvur Haraldsen tók myndirnar á hátíðarløtuni á Hotel Føroyum fyrrapartin.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í dag undirskrivað 10 ára samstarvsavtalu við Novo Nordisk Fonden um at styrkja viðgerð og gransking innan diabetes og endokrinologi - og at seta á stovn eina Steno Miðstøð í Føroyum.

 

Endamálið við miðstøðini er at leingja lív og betra lívsgóðsku hjá persónum við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum. Endokrinologi er læran um hormonir og sjúkur tengdar at ólagi í hormonunum, til dømis diabetes og evnaskiftissjúkur ella stoffskiftissjúkur.

 

Stór samkoma var á Hotel Føroyum í dag í sambandi við, at avtalurnar vórðu undirskrivaðar. Tað vóru Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum og Martin Ridderstråle fyri Novo Nordisk Fonden, sum undirskrivaðu avtalurnar.

 

Novo Nordisk Fonden er ein vinnugrunnur, sum stuðlar vísindaligum, humaniterum og samfelagsgagnligum málum. Endamálið hjá grunninum er at styrkja fólkaheilsu og burðardygd í samfelagnum og á klótuni.

 

- Stuðul frá Novo Nordisk Fonden verður tillutaður, sum ein treytaleys játtan, siga tey í Heilsumálaráðnum í dag.

 

Steno Miðstøðin í Føroyum verður skipað sum partur av Medisinska Deplinum, og ein nevnd við fimm limum verður sett at hava yvirskipaðu ábyrgdina av miðstøðini.

 

Í nevndini verður aðalstjórin í Heilsumálaráðnum formaður, og hinir nevndarlimirnir vera forstjórin og læknaligi varastjórin í Sjúkrahúsverkinum, stjórin í Heilsutrygd og eitt umboð, sum Novo Nordisk Fonden velur.

 

Leiðslan á Medisinska Deplinum verður leiðsla á Steno Miðstøðini.

 

##med2##

 

Yvirskipað verður dentur lagdur á at bjóða viðgerð fyri diabetes og aðrar endokrinologiskar sjúkur, sum er tillagað tørv og sjúkueyðkenni hjá tí einstaka sjúklinginum.

 

- Í virkisætlanini eru neyvar lýsingar av viðgerðartilboðum og fyribyrgingarátøkum, sum miðstøðin skal bjóða tey fyrstu árini. Eitt tvørgeiraligt samstarv um góðskueftirlit og menning skal tryggja javnbjóðis tilboð til allar føroyingar við diabetes ella øðrum endokrinologiskum sjúkum.

 

Í Heilsumálaráðnum verður sagt, at umleið 250 føroyingar hava diabetes typu 1, og at okkurt um 2.700 hava diabetes typu 2.

 

- Í Steno Miðstøðini verða hølir til viðgerð, kliniska gransking og umsiting. Granskingarhølini skulu kunna brúkast av øllum heilsugranskarum og ikki bara til gransking í endokrinologiskum sjúkum.

 

Granskingin á Steno Miðstøðini bygnaðarliga bygnaðarliga fer at hoyra undir nýggju føroysku Heilsugranskingareindina, sum verður stovnað á nýggjárinum.

 

- Hølini verða væntandi klár at taka í nýtslu í 2026. Til ta tíð fer virksemið hjá Steno Miðstøðini at húsast í hølunum hjá diabetes og endokrinologi á Landssjúkrahúsinum og øðrum hølum, sum eru til taks har.

 

- Gransking og miðvís viðgerð av sjúklingum verður staðsett á sjálvari Steno Miðstøðini, men í virkisætlanini verður dentur lagdur á at uppstiga viðgerð og fyribyrging av diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum á øllum mótum.

 

##med3##

 

Í Heilsumálaráðnum verður víst á, at í dag taka kommunulæknarnir sær í høvuðsheitum av at viðgera sjúklingar við diabetes typu 2, og tí skulu orka og pengar millum annað eisini brúkast til at uppstiga tann partin, serliga førleikamenning í kommunulæknaskipanini.

 

- Viðvíkjandi diabetes 2 skal serligur dentur leggjast á at fyribyrgja og at staðfesta sjúkutekin tíðliga, so til dømis broyttur liviháttur kann forða fyri, at ein persónur við byrjandi sjúkueyðkennum fær sjúkuna, verður lagt aftrat.

 

##med4##

 

 

 

Álvur Haraldsen tók myndirnar á hátíðarløtuni á Hotel Føroyum fyrrapartin.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Tað vóru Martin Ridderstråle, Kaj Leo Holm Johannesen og Turid Arge, sum undirskrivaðu avtalurnar.