Tá landsstýrið enn einaferð broytti kós í tunnilsmálinum, frá almenna aftur til privata leistin, fekk Kurt Bardeleben uppgávuna at finna privatar íleggjarar, ið vildu seta pengar í verkætlanina.
Kurt Bardeleben er advokatur í Lett Advokatfirma, ið sum er ráðgevi hjá landsstýrinum í málinum um Skálafjarðartunnilin.
- Mín uppgáva er er gera eitt OPP-modell (Offentligt Privat Partnerskab, red.) fyri Skálafjarðartunnilin, sum er leisturin at brúka, um tað almenna ikki sjálvt vil gera tunnilin. Í leistinum liggur sjálvandi, at privatir íleggjarar koma við pengunum, meðan landskassin sleppur undan at hava hendurnar á kókiplátuni, sigur Kurt Bardeleben.
Advokaturin tykist errin av, at tað hevur eydnast at finna ein privatan íleggjara, sum er til reiðar at koma við pengunum. Hinvegin heldur hann lítið um tær mongu atfinningar, ið hava verið frammi um, at ov lítið er gjørt fyri at leita eftir íleggjarum.
- Tað gevi eg ikki eitt fimmoyra fyri. Vit hava kannað marknaðin og eg fari fegin á fund við viðkomandi, um onkur kann peika mær á ein annan íleggjara til Skálafjarðartunnilin, sigur Kurt Bardeleben avgjørdur.
Einki garanti
Sambært advokatinum eru tríggjar høvuðsorsøkir til, at uppgávan at finna íleggjara til Skálafjarðartunnilin hevur verið trupul.
- Her er talan um ein undirsjóvartunnil, enntá við rundkoyring. Hóast kanningar eru gjørdar av økinum, so er stór óvissa knýtt at verkætlanini. Hvat hendir, um rokningin endar uppi á 1,8 milliard, heldur enn 1,2 milliard, spyr Kurt Bardeleben og svarar sjálvur:
- Jú, tá er tað íleggjarin, sum stendur við endan og ábyrgdini.
Síðstu árini hevur verið stórt fokus á fólkafráflyting. Í kjakinum hevur verið víst á, at tey ungu støðast ikki í samfelagnum og lesandi tíma ikki heimaftur eftir loknan lestur. Í vetur kom út bókin ”Exit Føroyar”, sum umrøður trupulleikan, og í apríl lat Vinnumálaráðið úr hondum heildarætlanina ”Fólkaflyting og fólkavøkstur.”
Hóttandi fólkafráflytingin er, sambært Kurt Bardeleben, ein týðandi faktorur, tá møguligir íleggjarar skulu viga Skálafjarðartunnilin upp ímóti øðrum íløgum á altjóða marknaðinum.
- Hetta eru viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri ein útlendskan íleggjara. Føroyar eru frammanundan eitt sera lítið samfelag. Tá ein íleggjari skal binda 1,2 milliard í føroyska samfelagið, so spyr hann um útlitini fyri hetta samfelagið næstu 20-30 árini. Hvat hendir á sjálvstýrisleið, hvussu fer búskaparliga støðan at síggja út. Og í hesum sambandi er hóttanin um fólkafráflyting sera avgerandi, sigur Kurt Bardeleben og heldur fram:
- Fyri at skera tað út í papp, so spyr íleggjarin, um 14 ára gamli drongurin yvirhøvur fer at tíma at búgva her um 10-20 ár. Um hann fer at seta búgv her, fer at hava ráð at keypa sær ein bil og harafturat tíma at koyra ígjøgnum tunnilin, heldur enn at brúka verandi farleið. Tað hevur týdning, tá íløgan jú skal fíggjast við bummgjaldi, argumenterar Kurt Bardeleben.
Kanningar og metingar eru gjørdar, ið skulu geva eina mynd av, hvør ferðsla kann roknast við í Skálafjarðartunnlinum. Hartil hevur dúgliga verið gitt, hvussu nógvir bilar nú eisini munnu fara at koyra ígjøgnum tunnilin um dagin, tá avtornar.
- Ja, eg kenni hasar metingarnar. Men trupulleikin við metingum er, at tær veita ikki vissu fyri nøkrum sum helst. Eg kann ikki garantera einum íleggjara, at til dømis 6000 bilar fara at koyra ígjøgnum tunnilin um dagin, í staðin fyri at brúka í mesta lagi 40 minuttir meira og taka farleiðina rundanum, sigur Kurt Bardeleben.
Uppgávan hjá advokatinum er sum áður nevnt at arbeiða fyri Innlendismálaráðið. Og sambært Kurt Bardeleben hevur uppgávan at finna ein íleggjara ikki verið løtt.
- Tað er trupult at sannføra ein útlendskan íleggjara um, hví hann skal placera sínar pengar í samferslukervið í lítlu og fjarskotnu Føroyum. Enntá í eitt strekki, har fast samband er frammanundan og har fólkatalið er rættuliga lítið. Tú má minnast til, at útlendskir íleggjarar vita ikki nógv um føroyska samfelagið, sigur Kurt Bardeleben.
Føroyskt akker
Sosialurin hevur í fleiri umførum víst á, at Føroya Lívstrygging er aktivt inni í myndini, nú komið er til endaspurtin í samráðingunum millum Innlendismálaráðið og privata íleggjaran, Copenhagen Infrastructure Partners. CIP varð stovnað í fjørheyst, og felagið hevur fingið seks milliardir krónur úr PensjonDanmark at arbeiða við. Ein lyklapersónur í CIP er føroyingurin Rune Bro Róin. Sjálvur hevur hann ongar viðmerkingar til málið, men vísir til pressuchefin hjá PensjonDanmark, ið tó ikki hevur annað at fortelja, enn at tey eru í dialogi við landsstýrið.
Heldur ikki Kurt Bardeleben fæst at siga stórvegis um samráðingarnar. Men hann vísir tó á týdningin av, at ætlanin fær rótfesti í Føroyum.
- Tað er sera týdningarmikið at hava eitt føroyskt akker. Onkran, sum kennir samfelagið og mekanismurnar her. Eisini hevur tað týdning, at fíggingarmarknaðurin í Føroyum er við, sigur Kurt Bardeleben.
Spurdur beinleiðis, hvør hesin er, svarar advokaturin stutt:
- Tað kemur alment fram, tá avtalan er komin endaliga upp á pláss.
Copenhagen Infrastructure Partners hevur longu stovnað eitt felag í Føroyum, Faroese Infrastructure, við Rune Bro Róin sum nevndarformanni. Stjóri í Faroese Infrastructure er Ingi Højgaard, sum eisini er nevndarformaður í P/F Skálafjarðartunnilin, sum Føroya Lívstrygging nú eigur einsamælt.
Við Sosialin fríggjadagin søgdu bæði stjóri og nevndarformaður í Føroya Lívstrygging, at sum útgangsstøði er Skálafjarðartunnilin ein áhugaverd íløga fyri LÍV.
Avkast
Sambært keldum hjá Sosialinum hevur CIP samráðst seg til ein sáttmála við Innlendismálaráðið, ið tryggjar felagnum eitt avkast á 9,8 prosent av íløguni. Kurt Bardeleben vil ikki tosa um samráðingarnar og sáttmálan, men tosið um trygd fyri avkast festir í hjá advokatinum:
- Garanti? Her er talan um júst tað øvugta. Her er eingin vissa fyri at tjena pengar. Ímynda tær eitt worst case scenarie, har verkætlanin kemur at kosta 1,8 milliard, og talið av bilum gjøgnum tunnilin ikki verður meira enn 4000 um dagin. Tá verður trupult at tjena pengar, sigur Kurt Bardeleben.
Íleggjarin
Keldur vilja vera við, at politiski ivin og mongu spurningarnir, ið hava verið reistir í seinastuni, hava stygt burtur íleggjaran.
- Tað var vist Lykketoft, ið skýrdi bankafólk at vera ”hysteriske kællinger.” Eg kann hvørki vátta ella avsanna hasi tíðindini, men eg vóni fyri landið, at man klárar at halda fast í íleggjaran. Tí tað er ein sera trupul uppgáva at fáa ein útlendskan íleggjara at binda seg til eitt milliarda-projekt í samferðslukervið einum lítlum, fjarskotnum samfelag sum Føroyar, sigur Kurt Bardeleben um sítt egna arbeiði fyri Innlendismálaráðið.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, skuldi eftir ætlan skriva undir sáttmála um Skálafjarðartunniln hósdagin í síðstu viku. Men mongu ivaspurningarnar, eitt nú um heimildina hjá landsstýrismanninum at skriva undir, hava útsett málið. Á Ólavsøku ber Kári P. Højgaard eitt nýtt lógaruppskot í løgtingið, ið tryggjar honum heimild at gera avtalu við privat felag um at gera, eiga og reka Skálafjarðartunnilin.