Milner droppaði vetrarfrí og fór á Anfield

James Milner skuldi ikki spæla, men fór kortini á Anfield, meðan liðfelagarnir vóru í vetrarfrí

Liverpool vann í kvøld umstrídda umdystin ímóti Shrewsbury Town.

Frá in.fo: Liverpool-tannáringar vunnu umstríddan umdyst

Dysturin var serligur, tí at Liverpool møtti hvørki við venjara ella vanligu leikarunum, men sendi í staðin eitt ungdómslið at spæla dystin.

Orsøkin var, at Liverpool metti, at leikararnir á fyrsta liði høvdu alstóran tørv á at halda vetrarfrí hesa vikuna. Hetta fyri at hava orku at spæla bæði Champions League og Premier League restina av kappingarárinum

Men meðan altjóða stjørnurnar hjá Liverpool vóru farnar um allan heimin at halda frí, valdi James Milner at fara á Anfield, at síggja dystin hjá teimum ungu. Haðani legði hann stutt tíðindi um dystin - sum ikki var vístur í enskum sjónvarpi - á sosialu miðlarnar twitter og instagram, har hann eisini nýtti høvið at rósa ungu avloysarunum fyri avrikið