Minh Doky aftur á skránni

Í fjør skuldi heimskendi bassleikarin vitja í Føroyum saman við Sanne Salomonsen, tí saman høvdu tey gjørt kendu fløguna, sum hon sang úr. Hann kom tó ikki, men nú hevur hann aftur givið fløgu út

Chris Minh Doky gav í gjár út nýggja fløgu.

Hetta er fyrsta fløgan, eftir samstarvið við Sanne Salomonsen, ið førdi til sera væleydnaða fløgu, sum hon eisini sang úr á Jazzfestivalinum í fjør.

Tá skuldi heimskendi danin Chris Minh Doky eisini vera við í Føroyum, men honum barst frá. Sum skilst, hevur hann tó ikki mist áhugan fyri at vitja hendavegin.

Nýggja fløgan hjá Doky eitur Listen Up!. Longu nú kann ein ogna sær hana, um ein leitar sær á heimasíðuna www.doky.com

Talan er um eina fløgu, har Chris granskar tann meira funk kenda jazzin.

Hann hevur eisini leitað fram eina ljóðmynd, ið setur lurtaran í miðjuna á orkestrinum.

Kend fólk eru við, umframt Chris sjálvan. Mangir av tónleikarunum eru millum teir fremstu í heiminum í dag. M.a. eru við Larry Goldings - B3 orgel & piano, George Whitty - rhodes & keyboards, Adam Rogers - ak. & el. guitar, Louis Winsberg ? ak. guitar & sitar, Clarence Penn - trommer, & special guests:, Kenny Garrett - alto sax. John Scofield - guitar, Randy Brecker - trumpet, Makoto Ozone - piano, Katreese Barnes - sang.