Minkaðar nøgdir og betri prísur

Laksaútflytarar tjena góðar pengar í løtuni, nú minni fiskur er á marknaðinum, og prísirnir eru góðir.

 

 

Eftir at hava tikið fleiri enn 30.000 tons av laksi onkra viku herfyri, er nøgdin av laksi í Noregi til útflutnings nú munandi minni, enn hon hevur verið. 

 

Í síðstu viku var nøgdin av laksi til útflutnings aðru viku á rað minni enn somu vikur í 2020. Ein útflutningsnøgd á 21.792 tons í eina viku, er eisini væl minni enn miðalnøgdin um vikuna fyri árið, sum er 25.690 tons.

 

Hetta vísa sambært iLaks nýggjastu útflutningstølini fyri laks í Noregi.

 

At nøgdin av laksi nú er minni, merkir eisini, at minni virksemi í løtuni er á norsku pakkivirkjunum - og her er eisini minni av stórum laksi, sum á ávísum marknaðum er nógv eftirspurdur.

 

iLaks veit at siga, at orsøkin til hækkaðu laksaprísirnar seinastu vikurnar ikki minst er, at tøku nøgdirnar av fiski eru minkaðar.

 

Seinastu vikuna hava spottprísirnir á laksi ligið um stívliga 50 krónur í okkara peningi fyri kilo, sum er stívliga 20 krónur meira enn í byrjanini av januar.

 

Krónurnar, sum eru komnar upp á laksaprísirn, er samstundis munurin ímillum at selja fiskin fyri framleiðslukostnað - og so at tjena góðar pengar upp á laksin.

 

iLaks heldur, at algutrupulleikin, sum hevur rakt partar av chilensku alivinnuni, eisini er viðvirkandi til, at nøgdirnar av laksi á marknaðinum nú eru minni.

 

Minni fiskur, gevur sjálvsagt minni slátur-og pakkiarbeiði, men á hinari síðuni lyftir hetta undir laksaprísin.