Teir fyrstu tilburðirnir við omikron-frábrigdinum vórðu staðfestir í Gauteng-landslutinum í Suðurafrika, har eitt nú miljónbýurin, Jóhannesburg, liggur.
Nú sigur Fólkaheilsustovnurin í landinum sambært NTB, at ymiskt bendir á, at spjaðingin av omikron-frábrigdinum í økinum er minni enn í byrjanini.
Fyri einari viku síðan vórðu staðfestir út við 7.500 tilburðir um dagin í Gauteng, men mánadagin, sum er í dag, vórðu fráboðaðir 3.582 nýggir tilburðir.
Hetta vísa tøl hjá suðurafrikanska Fólkaheilsustovninum, sum verður styttur NICD.
Sunnudagin vórðu fráboðaðir 4.135 nýggir omikron-tilburðir í KwaZulu-Natal-landslutinum har eysturi í landinum, og her eru strond, sum dregur nógv fólk til sín.
Hesir 4.135 tilburðirnir eru 2.974 fleiri enn sama samdøgur fyri einari viku síðan.
Hóast suðurafrikanskir myndugleikar ikki hava sett strong tiltøk í verk, er líkt til, at smittubylgjan við omikron hevur rokkið hæddirnar.
- Talið av fólki, sum verða innløgd við omikron, er eisini minni enn undir øðrum smittubylgjum og tey, sum verða innløgd, eru nógv frískari, tá tey verða útskrivað aftur, enn tá delta-frábrigdið herjaði upp á tað ringasta, veit tíðindastovan NTB at siga.