Minnast tey, ið doyðu í ferðsluni

Í morgin verður minningardagur teirra, sum farin eru í ferðsluni

Tað er ein fyrireikingarbólkur við Inga Gunnarsson í Havn, sum stendur fyri tiltakinum. Fleiri stovnar, m. a. Ferðslutrygd, stuðla tiltakinum, eins og fleiri blómuhandlar fara at hava opið eina løtu sunnudagin.

Blómuhandlarnir fara at selja rímuliga bílig blómutyssi og onkur fer at selja t. d. hjørtu og krossar við turkaðum blómum o. ø.

Fyrireikingarbólkurin fer í so stóran mun sum møguligt at markera vanlukkustøð í meginøkinum við blómum sunnudagin.

Vónað verður at fáa so stóra undirtøku sum møguligt fyri tiltakinum, og heitt verður samstundis á fólk um at sýna tiltakinum stórsta ansni í ferðsluni sunnudagin.

Endamálið er eittans: At minnast tey farnu og við tiltakinum at eggja til stórsta umhugsni í dagligu ferðsluni.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm