Minni fjølbroyttur floti

Stuðul til varðveiting av fjølbroyttum flota minkar komandi ár

Eftir uppskotinum til komandi fíggjarlóg minkar stuðulin til varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota rættiliga munandi.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum minkar hesin stuðul komandi ár niður í eina hálva millión. Í ár er hann tríggjar milliónir krónur. Tað vil siga, at hann minkar niður í ein sættapart komandi ár, um uppskotið verður samtykt.

Eingin frágreiðing er tó í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið um, hvat nágreiniliga verður meint við varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.