Javnaðarflokkurin
-----
Minnilutin í Fíggjarnevndini - Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi - mæla til, at farið verður undir eina tilgongd at javnseta ferðaseðlakostnaðin millum ferðafólk, sum ferðast í undirsjóvartunnlum, og ferðafólk, sum ferðast við Strandfaraskipum Landsins.
Tá koyrt verður um firðir við bili ella bussi gjøgnum undirsjóvartunnlar rindar tú bert tunnilsgjald fyri bilin, meðan ferðafólkini í bilinum sleppa ókeypis.
Ferðast tú hinvegin um firðir við Strandfaraskipum Landsins rindar tú ikki einans fyri bilin, men eisini ferðafólkini rinda ferðaseðil.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæla til, at inntøkurnar hjá Strandfaraskipum Landsins verða minkaðar fýra mió. kr. í 2012, so ferðaseðlakostnaðurin fyri ferðafólk kann minka við umleið einum triðingi beinanvegin. Hendan tilgongdin skal halda fram komandi tvey árini, so tað verður ókeypis fyri ferðafólk at ferðast sjóvegis í 2014. Ætlanin er, at í 2014 verður gjald einans tikið fyri bilar og farm umborð á skipunum hjá Strandfaraskip Landsins, eins og tá tú ferðast gjøgnum undirsjóvartunnlarnar.
Tað er ein sannroynd, at tað kann skjótt gerast kostnaðarmikið hjá einari familju við t.d. tveimum hálvvaksnum børnum úr Suðuroy at fara ørindi norður um fjørðin við bili. Tá rinda øll hvør sítt gjald fyri túrin, umframt at førarin rindar fyri bilin. Hinvegin rindar ein familja bert eitt gjald fyri bil, tá ið tey koyra gjøgnum ein undirsjóvartunnil. Somuleiðis metir andstøðan, at uppskotið vil stuðla upp undir ferðavinnuna í Suðuroynni, Sandoynni og útoyggjunum
Við hesum uppskotinum verður farið undir eina tilgongd at javnseta ferðaseðlakostnaðin millum tey, ið ferðast gjøgnum undirsjóvartunnlar, og tey, ið ferðast við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins. Útjaðaranum og ferðavinnuni at frama.
Við hallinum á fíggjarlógini í huga, so hevur tað týdning at slík uppskot eru ”útreiðsluneutral”, og andstøðan í fíggjarnevndini hevur funnið neyðuga fíggingina í okkara alternativa fíggjarlógaruppskotið.