FÍGGJARLÓG
Tað er fatanin hjá minnilutanum í fíggjarne vndini, at munandi sparingar kunnu finnast aftur á fíggjarlógini, og hetta skal gerast við at leggja ráð saman og strika sendistovur.
Minnilutin telir Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum.
Løgmansskrivstovan og løgmálaráðið skulu framhaldandi vera eitt ráð.
Oljumálaráðið skal leggjast saman við vinnumálaráðið, og hetta merkir eina sparing upp á 5 milliónir.
Samstundis skal skilnaðurin í Trivnaðarmálaráðnum ikki fara fram, sum ætlað. Talan skal framhaldi vera um eitt og sama ráð undir heitinum Trivnaðarmálaráðið.
Og nýggja sendistovan í London skal eisini flytast.
?Minnilutin metir, at føroysku áhugamálini, sum í stóran mun snúgva seg um fiskivinnu og oljuvinnu, eru betri vard við eini viðskiftastovu í Aberdeen, heldur enn við eini kostnaðarmiklari sendistovu í London. Út frá hesum mælir minnilutin til, at játtanin verður lækkað við kr. 3.500.000, sigur minnilutin í álitinum.