Minningarorð: Hann var sum ein klettur í havinum

Hans Joensen í Líðini,

 

Föddur 19. januar 1955, deyður 6. juni 2021

 

Vágur í Suðuroy er sorgarbundin. Ein tann besti sonur bygdarinnar er heimfarin. Hans í Líðini var sum ein klettur í havinum, legði seg út í at byggja og skapa. Aftaná at hava arbeitt sum skipsførari í Föroyum, Grønlandi og Kanada, har flestir sjómenn komu at kenna hann, fór hann í gongd við aðrar uppgávur í Vági frá árinum 2003.

 

Tey ið kenna til trolarar runt heimin, kenna eisini til trollemmarnar út Vági. Teir sum hava fiskað við hesum góðu lemmunum, vita at hann er maðurin aftan fyri verkið. Hann visti hvussu týdningarmiklir trollemmar eru fyri at alt annað skal virka. Tí líta skipsførarar í fimm heimspørtum á trollemmar úr Vági.

 

Hóast hetta hevði verið nokk til at gera navn Hans í Líðini kent, gjørdi hann nógv meira fyri bygdina. Hann var virkin í at gera góða vatnið í Suðuroy til eina útfluningsvöru, ein av teimum ið var leiðandi í at byggja svimjihyl í Vági, ið er millum teir bestu á Norðurlondunum og varð bygdur fyri ein triðjapart av kostnaðarmetingini vegna sjálvboðið arbeiði og tilskotum frá fólki og fyritøkum.

 

Lionsmenn í Suðuroy kenna væl hvussu Hans í Líðini keypti kjøt fyri lágan prís, at at selja í Føroyum fyri ein bíligan prís. Upp á hendan mátan gjørdi Lion eina góða gerð. Hans í Líðini var eisini saman við øðrum við til at seta Jóhonnu TG 326 í stand. Sum nógv vita varð hon bygd í Onglandi árið 1884. Hetta var eitt av hansara stóru hjartamálum. Onnur áhugamál hjá honum var at mála málningar, at syngja við kórum, halda røður og tann aldagamli siður hjá Føroyingum at hava seyð.

 

Tað vóru okkara forrættindi at koma at kenna Hann. Hann vísti okkum, sum hann vísti íslenskum sjómonnum áður, at tá ið Íslendingar og Føroyingar tosa saman, kunna teir tosa sítt egna mál og „tað gongur fínt,“ sum hann segði.

 

Til síðst vilja vit takka fyri tað ógloymandi gestablídni, sum hann og Margrét, kona hansara frá Norðfirði, vístu okkum í teirra vakra heimi, tá ið vit vitjaðu tey í Suðuroy, tá ið klubbin helt ársveislu. Vit hava djúpa samkenslu við Margrét, dötrunum Karinu, Guðrun og Thildu og öðrum í familjuni. Tey hava mist mest, men øll í Suðuroy syrgja henda góða mann. 

 

Ærað verði minnið um Hans í Líðini og Guds signing.