Brádliga bórust boðini um bygdina, Regin hjá Dalla varð deyður. Bert 21 ára gamal.
Soleiðis byrjaðu minningarorðini um beiggja okkara, sum doyði í 1977.
Aftur í dag standa vit hjálparleys og spyrjandi: Hví Regin okkara Regin! Ja, tað vardi meg ei, at tað kundi henda enn einaferð.
Mín hugur er hjá tær Rannvá góða, og mangur man standa spyrjandi, hví lagnan kann verða so hørð við nøkur, men einki svar vit finna. Fyrst tín tvillingsbeiggi og nú tykkar høgt elskaði sonur, sum eisini fekk navnið Regin. Bert 20 ára gamal.
Nú fýra mánaðir eru farnir, grætur hjarta mítt enn. Mínir tankar eru hjá tykkum øllum góða Rannvá, Jákup, Beinta og Dánjal. Tit hava mist eitt tað dýrabarasta, tit áttu.
Regin var ein sera góður og stillur drongur, og var hann til stóra gleði fyri tykkum og okkum øll, hesa alt ov stuttu tíð, honum untist at liva. Hugur mín leitar eisini til tín góða manna og Jóhannes abban.
Tað vóru sera tung boð at frætta, at tú, Regin góði, ikki var ímllum okkum meira, bert eina viku eftir, at tú hevði hildið tín 20 ára føðingardag. Tú vart so glaður fyri dagin, sum mamma tín hevði givið tær, og vit høvdu tað sera hugnaligt, men at vit ikki skuldu síggjast aftur, mostur og tú, er ikki til at skilja. Longsulin eftir tær góði er nívandi, og so tað, at hugsa um tíni kæru, sum eftir sita.
Nú Regin er farin, er mangt og hvat at minnast aftur. Tað, sum sermerkti Regin var hansara stilla og tolna lyndi. Altíð góðsligur og trúfastur. Hesir eginleikar góvu honum nógvar góðar vinir, sum so sára sakna hann í dag.
Eftir at Regin hevði fingið prógv í 10. flokki, fór hann sum mangur annar unglingi til skips. Sigldi trúfastur 2 ár við djúpvatnstrolaranum »Vesturskini«. Tað kom skjótt til sjóndar, at Regin hevði góða sjónatúr og var nærlagdur og álítandi í arbeiði sínum.
Regin legði framtíðarætlanir sínar og valdi at fylgja fótasporum faðirs síns, og fór í smiðjulæru hjá J. K. Joensen í Miðvági. Hetta var eitt yrki, sum hann hevði stóran tokka og hegni til og eitt arbeiðspláss, sum hann var sera glaður fyri.
Saknurin er so stórur eftir teg góði. Eg tori næstan ikki at ímynda mær tað tómrúm, sum er í gerandisdegnum hjá tykkum í Sørvági, men eitt er vist, at tit eiga góð og rík minnir eftir Regin.
Vita skulu tit Rannvá og Jákup og systkini, at tað eru mong, sum hugsa um tykkum og taka lut í sorg tykkara.
Má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru sorgartíð.
Æra verður minnið um Regin.
Mostur
Eg vil loyva mær at enda við sanginum sum omma Regin, Brynhild hevur yrkt:
Eydna góð á fold varð givin
mær at ognast heimið gott,
har, hvar góðsemja og blídni
altíð hava valdið átt.
Faðir móðir væl meg vardu
hildu allar sorgir vekk,
so at eg, ta tíð eg livdi,
sum á blómugøtu gekk.
Tit í Harrans hús meg bóru,
lærdu meg at kenna Gud,
og at tann, sum trýr á Jesus,
fær í himli góðan lut.
Tí var lív mítt her ein gleði,
Tryggheit, friður fylgdi mær,
til nú Harrin heim meg kallar,
tí mítt lívsskeið runnið var.
Ongin veit, hvat lívið bjóðar;
kanska fekk eg besta lut,
tí at eg á ungum aldri
sloppin eri heim til Gud.
Deyðans myrkur skjótt fær enda,
og eg síggi dagin, tí
fyri mær ein nýggjur heimur
bíðar aftan fyri ský.