Minningarorð um Steingrím Martin Guttesen

f. 18. apríl 1913   d. 17. januar 2001Góði abbi!

 

Ja, nú ert tú endiliga sloppin heim. Tað hava vit biðið um, tí tú tímdi ikki meira nú til seinast. Álíkavæl so gráti eg, tí minnini eru nógv og saknurin stórur.

Tað, sum eg minnist teg best fyri er, at tú altíð vitnaði um Jesus. Um tað var úti á gøtuni ella á møti. Ofta varð eg flov av at tú altíð vitnaði um Jesus, men tú visti hvat tað galt. Tú ynskti at vinna menniskju fyri Jesus.

Eitt annað var, at tú ongantíð var seinur at geva. Tað upplivdi eg fyrst tá eg var smágenta, tá tú gav mær eina 5 krónu nú og aðra tá. Bara tú fekk eitt klemm afturfyri, so vart tú glaður. Seinni, tá eg og Gunnar búðu inni hjá tær, tá tú ikki sjálvur kláraði at gera tað, so fekk eg ordrar um at senda pengar til handan og hasi. Tá lærdi eg, at man verður ikki fátækur av at geva nógv.

Nakað, ið tær dámdi væl, var at vitja fólk. Høvdu øll verið so røsk at vitja hvønnannan sum tú var, so vóru tað fá, sum sótu einsamøll í dag.

Ungdómligur, tað vart tú. Sjálvt um tú var farin upp um tey 80, so kundi tú væl finna uppá at koma á ungdómsmøti. Tær dámdi so væl børnini og tey ungu, tey gjørdu teg glaðan.

Temperament, tað hevði tú. Tað upplivdi eg eisini sum smágenta, tá eg og nakrar aðrar gentur runnu niðri á brúnni um kvøldið og nógv brim var. Tá rópti og skeldaði tú okkum so hart, at vit runnu niðan og goymdu okkum fyri tær, so bangnar vóru vit. Tá hugsaðu vit ikki, at tú vart bangin fyri at brimið kundi taka okkum út við, tað veit eg nú.

Og so var tað grindin, sum kundi fáa títt temperament í kók. Tá tú ikki sjálvur kundi fara oman á sand at hjálpa til, hekk tú út ígjøgnum vindeygað og rópti, hvussu teir ungu skuldu gera. Tá drápið var liðugt, vart tú útlúgvaður, sum um tú sjálvur hevði verið við at skorið á háls. Men tá byrjaði tú at kvøða í stovuni, har tú altíð sat, »raske drenge grind at dræbe, det er vor lyst«.

Eg kundi blivið við at skriva um teg, abbi, men tað hevði verðið ov nógv. Tað viktigasta er, at tú nú hevur tað gott og kanst hvíla teg heima hjá Gudi. Vónandi haldi eg eisini út, so eg eisini kann koma heim til Gud og tá skulu vit síggjast.

Eg vil ongantíð gloyma teg. Takk fyri alt.

Hetta kórið dámdi tær væl og nú ert tú har:


Tað verður fest í Himli

Fest í Himli.

Tú ert boðin við

og eg eri boðin við.

Tað verður fest í Himli

Fest í Himli

Øll eru boðin við.


Helga Nordendal