Minningarorð

Tann 25. januar í ár andaðist Bennrosa Mouritsen, 69 ára gomul.

Bennrosa vaks upp í Klaksvík, men flutti seinni til Havnar. Síðan síðst í 60- árunum hava hjúnini Bennrosa og Rógvi búð í Hamarsgøtu, og her eru børn teirra vaksin upp. Her hevur hon røkt hús og heim, og hiðani er hon farin til arbeiðis til tey ymsu arbeiðini, hon hevur havt.

 

Bennrosa var holl og góð kona, mamma, og omma. Í grannalagnum  setti hon eisini dám á við síni persónmensku. Hon var altíð fús við sínum íkasti. Ofta umboðaði hon húskið einsamøll, meðan Rógvi var burtur, á sjónum.

 

Hon var sinniligur og gløggur eygleiðari, eisini hittinorðað og skemtilig. Hennara viðmerkingar vóru beinleiðis og beinraknar, men ongantíð beiskar. Hon var eitt dámligt menniskja, sum ein kendi seg tryggan við.

 

Rógvi og Bennrosa eiga fýra børn, sum øll eru vaksin og hava heim og familju. Børnini eru: Elin, Monrad, Rolf og Ragnar. Barnabørnini eru 13 í tali. Harafturat eru 2 langommubørn. Vit hava sum grannar kunnað fylgt hvør við øðrum hesi mongu árini.

 

Bennrosa hevur verið álvarsliga sjúk í drúgva tíð, men hetta fekk hana ikki til at siga nei takk til samveru av ymiskum slagi í grannalagnum. Hon var ósentimental og saklig um tað at vera sjúk. Hon var altíð røsk at finna evni, sum vóru meira lívsjáttandi, at tosa um.

 

At halda urtagarðin vakran og fáa blómurnar at trívast var hennara stóra gleði hesi seinnu árini, og tað hevur eydnast væl.

Vit hava sæð Rógva við tolsemi og stórum kærleika hjálpt konu síni í sjúkutíðarskeiðinum. Bennrosa segði mangan frá, hvussu takksom hon var fyri ta hjálp, sum maðurin og familjan veittu henni.

Vit kunnu einans vera takksom fyri at hava kent og havt manga góða løtu saman við Bennrosu.

 

Við vón um, at Harrin styrkir familjuna í sorgini, vilja vit lýsa frið yvir minnið um Bennrosu.