Minningarorð: Ingrið og Ingrid farnar um sýn

Ingrið Sondum og Ingrid Linderoth Jacobsen

Sama dag, týsdagin 7. desembur 2021, fóru tvær vinkonur okkara í annað ljós.

 

Ingrið Sondum var fødd í Havn í 1935. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1958, var lærari í Sankta Frans skúla árini 1958-63 og í Tórshavnar kommunuskúla 1963-65. Tá ið maður hennara, Jóannes Dalsgarð av Velbastað, fór av landinum at nema sær útbúgving, fór hon við og arbeiddi sum lærari í Danmark, til tey í 1972 fluttu aftur til Føroya. Tá fekk hon starv í Venjingarskúlanum í Havn og var í starvi har til 1990. Hon var skúlabókavørður og gjørdist leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags í 1985. Miðvís og íðin, sum hon var, fekk hon í lag tað frambrot, at leiðarastarvið á Bókadeildini gjørdist fulltíðarstarv. Hon sat í hesum starvi fram til 1995.

 

At útvega børnum góðar bøkur á móðurmálinum var ein setningur, hon hevði sett sær, og umframt at stýra Bókadeildini legði hon árini 1984-97 saman við øðrum nógv arbeiði í Forlagið Dropan, sum gav út dygdarbøkur.

 

Hon var eisini virkin í kvinnurørslu og friðarrørslu og umboðaði Tjóðveldisflokkin á løgtingi.

 

Okkara leiðir lógu saman, tá ið hon og Jóannes fluttu heim aftur fyrst í sjeytiárunum. Vit vóru starvsfelagar á Venjingarskúlanum og hittust eisini ofta sum vinfólk. Ingrið og Jóannes fingu børnini Djóna, Ernst og Tórunn. Mangar, mangar hugnaligar løtur høvdu vit saman í vakra heimi teirra á Velbastað.

 

Ingrið var sera gløgg, hon var fort og vildi hava okkurt at henda, og hon segði sína meining á røttum stað. Tá ið Móðurmálslærarafelagið varð stovnað í 1981, var hon dyggur stuðul hjá okkum í nevndini, og tá ið farið varð undir at útvega undirvísingartilfar, var hon sjálvsagt forkvinna í einum av undirbólkunum, sum arbeiddi við ávísum verkevni.

 

Skemtilig var hon, og enn klingar hennara smittandi látur í huganum. Eg haldi ikki, at vit hava flent inniligari saman við nøkrum enn saman við Ingrið og Jóannesi.

 

Vertskapsfólk vóru tey sum fáur.

 

*

 

Ingrid Linderoth Jacobsen var av svenskum og donskum rótum runnin. Mamman úr Hälsingborg, pápin av donskum bóndafólki á Ærø. Ingrid fekk samband við Føroyar á tann hátt, at bróðir hennara á “Den frie lærerskole” í Ollerup gekk í sama flokki sum Steinbjørn B. Jacobsen úr Sandvík. Teir luku prógv í 1963. Steinbjørn var lærari á donskum frískúla í eitt ár. Tá var runnið saman millum Ingrid og Steinbjørn, og tey fluttu heim til Føroya. Fyrsta árið búðu tey í Havn, síðani í Húsavík frá 1966 til 1970. Hetta seinna árið søkti og fekk Steinbjørn stjórastarvið á Háskúlanum, og Ingrid, so ung hon var, stóð við stuðli frá vermóður síni fyri húsarhaldinum á einum skúla, har einir 40 til 50 næmingar mundu ganga. Tíggju ár myndaðu Ingrid og Steinbjørn Háskúlan á Frælsinum. Tá fluttu tey inn í húsini undir Heygnum, og vit gjørdust grannar og hittust javnan.

 

Á sumri í 1969 vitjaðu vit bæði Marianna eitt vikuskifti Húsavík. Og hesin bragdligi lærarin beyð okkum á gátt. Tá kom í eitt vinalag, sum helt fyri lívið. Gloymi ikki henda orðkringa sandvíkingin hesa løtuna í lærarahúsunum og hesa mildu, vøkru donsku konu hansara, sum longu tá tosaði føroyskt raðið. Tað var sól og summar, Kári sat í fanginum á pápa sínum og pjátraði, og á gólvinum spældu Snæbjørn og Vár. Hetta var ímyndin av sælu, lívsgleði og vón.

 

Men vit upplivdu eisini tungar løtur saman. Í juli mánaði í 1980 rakti ein sorti familjuna, tá ið Lív níggju ára gomul doyði í ferðsluvanlukku suðuri í Sandvík. Tá fóru “øll orð sum stygdir fuglar”, sum Steinbjørn orðaði tað í einum av bestu søvnum, sum komin eru út í Føroyum: “LÍV”, 1981. Men aftur skein sól á lofti, tá ið Eyð legðist afturat systkinaflokkinum.

 

Ingrid hevði skapandi gávur. Hon var uppií, tá ið ungmannafelagið í Húsavík í 1969  leikti kenda leikin hjá íranum J.M. Synge: “Teir ríða til strandar”, og mangan sang hon norðurlendskar vísur í vinaskara. Hon var eisini á palli í Sjónleikarhúsinum, tá ið skipað varð fyri kvøldsetu seint á heysti í 1971 – hon sang tekstir hjá Steinbirni, og onkur ummælari tók til, at framførsla hennara var tann mest sermerkta og hugtakandi hetta kvøldið.

 

-  -  -

 

Lutur okkara, sum eldast, er at missa.

 

Hesar báðar, sum farnar eru, vóru tvær klókar, kveikjandi kvinnur, sum góvu okkum so nógvar hugnaligar og ríkar løtur.

 

Friður veri við minninum um tær báðar Ingrið og Ingrid!

 

Árni Dahl

 

 

 

Ingrið Sondum og Ingrid Linderoth Jacobsen