Minst 25 doyðu í álopi í Dnipro

Eitt barn er millum tey 25, sum eru staðfest deyð, eftir eitt størri missilálop rakti ein íbúðarbygning í býnum Dnipro í gjár.

 

Bjargingarfólk bera eina særda kvinnu úr íbúðarhúsinum í Dnipro, sum varð rakt í russiskum missilálopi. - Foto: Sergei Chuzavkov/Ritzau Scanpix

73 fólk eru særd í álopinuk, sigur Ukrainski forseti, Volodymyr Zelenskyj, í dag.

Fyribils eru 38 fólk bjargað úr húsaleivdunum á lívi. Men 43 eru enn sakna, var støðan tíðliga í kvøld.

Borgarstjórin í Dnipro sigur, at vónin um at finna fleiri á lívið fánar.

– Møguleikarnir fyri at bjarga fólki eru nú smáir, sigur borgarstjórin Borys Filatov.

Hann sigur, at eitt russiskt missil av slagnum Kh-22 rakti íbúðarhúsið í gjár og knústi umleið 76 íbúðir.

/ritzau/Reuters

 

Bjargingarfólk bera eina særda kvinnu úr íbúðarhúsinum í Dnipro, sum varð rakt í russiskum missilálopi. - Foto: Sergei Chuzavkov/Ritzau Scanpix