Minst 40 fólk deyð í eldi í kirkju í Kairo

Í minsta lagi 40 fólk doyðu í dag í eldi í eini kirkju í Kairo, har 5000 fólk vóru til messu.

 

Í minsta lagi 40 fólk eru deyð og 45 særd í einum ógvusligum eldi í eini kirkju fyri koptiskt kristin í Giza við Kairo í Egyptalandi.

Tað upplýsa embætismenn við tilknýti til kirkjuna sambært tíðindastovuni AFP.

Sambært ónevndum trygdarkeldum, sum hava tosað við Reuters, vóru 5000 fólk til messu í dag í Abu Sifin-kirkjuni í býarpartinum Imbaba, tá eldur kom í.

Høvuðsdyrnar vórðu avbyrgdar av eldinum, og fjáltur og panikkur kom í tey nógvu fólkini, sum duttu um hvønn annan. Nógv av teimum deyðu er tíð børn, sigur Maher Murad, sum var við kirkjuna.

Løgreglan upplýsir eftir innleiðandi kanningarnar sambært tíðindastovuni AP, at tað kann vera talan um eitt skammlop.

Ákærumyndugleikin hevur sett kanning í verk. Hon skal greiða orsøkina til eldin, skrivar AFP.

Í minsta lagi 15 sløkkiliðsbilar vóru sendir til kirkjuna fyri at sløkkja eldin. Sløkkiliðið hevur seinni boðað frá, at tamarhald er á eldinum.

Forsetin í Egyptalandi, Abdel Fattah al-Sisi, skrivaði á Facebook-síðuni soleiðis:

– Eg havi kallað saman allar statsligar tænastur fyri at tryggja, at neyðugu tiltøkini verða sett í verk.

Imbaba er eitt arbeiðaraøki, har fólk búgva tætt í egyptiska høvuðsstaðnum.

Koptisk kristin eru umleið 10 prosent av egyptiska fólkinum, sum fyri tað mesta eru muslimar.

Koptarnir hava leingi kært seg um at vera fyri mismuni. Tey eru fleiri ferðir álopin av islamistiskum hernaðarbólkum, sum halda tey vera vantrúgvandi.

Nógv halda, at egyptisku myndugleikarnir ikki gera nóg mikið at verja koptarnar.

Sisi sigur í dag, at hann hevur »sagt sína samkenslu« páva í telefon við Tawadros II, leiðaran fyri koptisk-kristnu kirkjuna.

/ritzau/