Misnøgd: Stjóri og nevndarformaður í Føroya Tele leggja frá sær

(Dagføring) Misnøgd við kósina hjá landsstýrinum er orsøkin til, at Føroya Tele í dag liggur í stjóra- og formansloysi

 

Stjórin í Føroya Tele síðani 1. november í 2015, Jan Ziskasen, hevur í dag sagt seg úr starvi. Orsøkin er misnøgd við, at landsstýrið hevur tikið leiðsluna á Føroya Tele av ræði í gongdini at skilja netpartin frá telepartinum.

Føroya Tele er skipað sum konsern við fleiri dóttirfeløgunum, har leiðslan í Føroya Tele hevur verið umboðað í nevndunum. Bæði stjórin, nevndarformaður og nevndarlimir hava gingið aftur í dóttirfeløgum, soleiðis at ábyrgdin eisini hevur verið greið uppeftir í skipanini í konsernini Føroya Tele.

Men hetta hevur landsstýrið valt at broytt. Herfyri skiftið netfelagið hjá Føroya Tele, "FT Net" navn til bara at eita "Net". Hetta skuldi vera ein liður í at skilja sundur netpartin og telepartin hjá Føroya Tele.

Men hesa gongd hevur semja als ikki verið um. Tað er landsstýrið, sum hevur lagt trýst á og tikið leiðsluna í Føroya Tele av ræði. Soleiðis er Jan Ziskasen ikki longur nevndarlimur í P/F Net  – einasta umboð hjá Føroya Tele í nevndini er nú formaðurin, Ómar Svavarsson, sum í dag eisini hevur lagt frá sær.

Hetta kann geva ávísar trupulleikar hjá leiðsluni í Føroya Tele. Tí hvønn er tað, sum stjórin í P/F Net nú skal svara til? Er tað leiðsluna í móðirfelagnum, Føroya Tele? Sum bara hevur eitt umboð í nevndini?

Er tað nýggja nevndarformannin, Hákun Steingrímsson, sum ikki er partur av nevndini ella leiðsluni í Føroya Tele?

Er tað til aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum, Bjarna Askham Bjarnason, fyrrverandi stjóra hjá kappingarneytanum Vodafone (nú Nema)?

Er tað til løgmann, sum var fíggjarleiðari og varastjóri hjá kappingarneytanum Vodafone (nú Nema) tá samgonguskjalið varð skrivað, og málið um at skilja sundur Føroya Tele og FT Net kom í ljósmála?

Í skrivi, sum er sent starvsfólki á Føroya Tele skrivar leiðslan soleiðis:

– Ognarliga sundurskiljingin av NET stendur í samonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Hesar ætlanirnar hava, síðani nýggja samgongan kom til, órógvað virksemið og ætlanir hjá Føroya Tele-samtakinum nógv.

– Millum annað hevur eigarin, sum er Føroya Landsstýri, ynskt broyginar í nevndarsamansetingini í Net, sum hava ávirkað mítt innlit og mína ábyrgd av felagnum, sigur Jan Ziskasen.

– Sum stjóri í Føroya Tele samtakinum, havi eg ábyrgd av øllum dóttirfeløgunum, herundir eisini NET, sum eg ikki longur siti í nevndini fyri. Hetta eru broytingar, sum eg ikki eri samdur við, og sum gera, at eg ikki meti, at eg eri rætti persónurin at standa á odda fyri Føroya Tele-samtakinum longur, sigur Jan Ziskasen.

– Eg eri sera errin av at hava verið partur av Føroya Tele, har vit síðstu árini, øll í felag hava, ment fyritøkuna og kýtt okkum fyri at veita kundunum best møguligu tænastuna. Tað verður nú upp til eigaran og nevndina at avgera, hvussu felagið verður skipað frameftir, sigur Jan Ziskasen, sum heldur fram sum stjóri, til nærri verður kunnað.

Hinvegin hevur nevndarformaðurin, Ómar Svavarsson, boðað samtaksstjóranum frá, at hann hevur sagt seg úr nevndini. Ómar Svavarsson eisini kunnað eigaran, Føroya Landsstýri, um grundarlagið fyri avgerðini, umframt at hann hevur kunnað eigara og nevnd um, at samtaksstjórin, Jan Ziskasen, hevur sagt seg úr starvi.