Tað eru nógv ferðsluóhapp hent í hálkuni, sum hevur verið seinastu nógvu dagarnar. Nógv tey flestu hava verið smá óhapp, har bilar eru farnir á glið, tí tað var so hált, at teir fóru ikki sama veg, sum bilførarin ætlaði, sum ein tók til.
Men seinnapartin í gjár hendir eitt óhapp við Hvalbiartunnilin, har ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum í tunnilsmunnanum og rendi inn í tunnilsveggin. Bilurin fekk stóran skaða, men bilførarin slapp snikkaleysur.