Mjølnir vann gullsettið

Flogbóltur menn: Klaksvíkingar hava í kvøld vunnið FM fyri 11. ferð

Fyrr í dag vann SÍ kvinnufinaluna um FM. Tað var eftir øgiligan dramatikk og gullsett.

Í kvøld hava steypavinnararnir í ÍF og Mjølnir spælt FM finalu. Mjølnir vann skírisdag fyrru finaluna, og í dag vann ÍF. So var neyðugt við gullsetti, har tað verður spælt upp í fimtan.

Tað gekk leingi javnt á, og talan var um nógvar og langar duellir á rættiliga høgum støði.

Mjølnir legði seg á odda 14-10, men fuglfirðingar svaraðu aftur og vunnu seg upp á 14 – 11. So servaðu fuglfirðingar bóltin út av vøllinum, og so var fagnaðurin øgiligur í bláu leguni, tí Mjølnir var meistari.

ÍF hevur vunnið FM 11 ferðir, og í kvøld tryggjaði Mjølnir sær FM fyri 11. ferð.

Borgarstjórin í Fuglafirði, Davur Juul, handaði ÍF spælarunum silvurkrónurnar, áðrenn Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, handaði Mjølnir spælarunum gullkrónurnar og FM steypið.

 

https://www.in.fo/myndasavn/