Mjørki hóttir Clinton

Floglíkindini í Vágum eru framvegis út av lagi vánalig. Um støðan ikki broytist, fær flogfarið við Bill Clinton ikki lent

Veðrið hevur aftur spælt okkum føroyingum eitt puss. Seinastu løtuni er komið fitt av mjørka í Vágum, og sambært starvsfólki á flogvøllinum var lendandi ta løguna. Men sum tey eisini siga, so skiftir skjótt, og tí kann tað vónandi klárna aftur, áðrenn flogfarið við Bill Clinton er yvir flogvøllinum.

Flogfarið við fyrrverandi amerikanska forsetanum er ikki farið úr Keflavík enn, og tað tekur eini fimm korter at flúgva. Sostatt er greitt, at klokkan verður meiri enn 11, ið var ásetta tíðin, har flogfarið skuldi lenda.

Vit hava júst havt samband við Magna Arge, stjóra í Atlantsflog. Hann segði, at Clinton tá var á veg í føroyska flogfarið.