Modric vann Ballon d'Or

Ronaldo bleiv nummar tvey, meðan Messi ikki var í topp 3 - sí listan her!

Kroatiski miðvallarspælarin hjá Real Madrid, Luka Modric, er í kvøld kosin til heimsins besta spælara. Hendan heiðurin fekk hann útnevndan á árliga Ballon d'Or-tiltakinum, sum í kvøld var í París.


Talan er um eitt trónuskifti, tí seinastu 10 árini hava Cristiano Ronaldo og Lionel Messi vunnið Ballon d'Or. Seinastu tvey árini hevur tað verið Cristiano Ronaldo.


33 ára gamli Luka Modric hevur havt eitt fantastiskt kappingarár, har hann vann HM-silvur við Kroatia og Champions League við Real Madrid.


Ballon d'Or 2018

1. Luka Modric

2. Cristiano Ronaldo

3. Antoine Griezmann

4. Kylian Mbappé

5. Lionel Messi