Møta trúliga til fundar í Vestmanna

Í 2013 vórðu hildnir 11 bygdarráðsfundir í Vestmanna, og full uppmøting var til allar fundirnar.

Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna bygdarráði í 2013 eru nú gjørd. 

 

Í 2013 vórðu hildnir 11 bygdarráðsfundir, og full uppmøting var til allar fundirnar. Í tveimum førum høvdu bygdarráðslimir givið avboð, og til báðar hesar fundirnar møtti varalimurin.

 

Vestmanna kommuna sigur, at fundirnir byrja við málunum, sum eru fyri opnari hurð, og síðani verða mál fyri afturlatnari hurð viðgjørd. Bygdarráðsfundirnir enda við innanhýsis kunning og kjaki.

 

- Í 2013 vórðu 58 mál løgd fyri bygdarráðið, harav 8 vórðu viðgjørd fyri afturlatnari hurð. Í miðal vardi hvør bygdarráðsfundur tveir tímar 15 minuttir, sigur Vestmanna kommuna.