Monopolið verður brotið

Stjórin á Ferðaráði Føroya væntar ikki, at monopolstøðan, sum í løtuni er galdandi á loftferðsluøkinum fer at standa við. Hann væntar, at kapping aftur verður um ferðafólkini

Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, heldur ikki, at monopolstøðan, sum Atlantsflog í løtuni hevur á loftvegis Føroyarutunum, fer at standa við. Hann metir, at tað fer at verða kapping aftur um feðrafólkini.
?Nei eg meti ikki, at monopolstøðan er íkomin fyri at vera. Fyri 5 mánaðum síðani hevði eg allarhelst sagt ja, sigur Heri Niclasen. Men við teirri ferðatrongd sum liggur í mongum menniskjum um at sleppa burtur eina tíð - ofta fleiri ferðir árliga - fyri ein sámuligan prís, samanhildið við liberaliseringar innan flogferðsluna kring heimin og stóru framgongdina hjá lágprísfeløgum, er tað ongin kraft í verðini, sum í longdini kann fora føroyingum í at fáa ein góðan bita av hesi køkuni.

Kapping og prísir
Ført hevur verið fram, at útboðið av flúgvarasetrum er minkað, at ferðaseðlaprísirnir eru ov høgir, og at tað er óheppið, at ongin kapping er á flogrutunum til Føroya.
Heri Niclasen sigur, at er tað nakað, sum kann halda ein »en garde« og altíð hava antennurnar úti, so er tað júst hetta at vera í kapping við onkran annan. Tá ræður um altíð at liggja fremstur. Tá ongin kapping er, liggur tú altíð fremstur. Men í mun til hvat? spyr ferðavinnustjórin.
?Tá tú kemur inn í eina monopolstøðu, kanst tú hava so góðar intentiónir, sum tú vilt, og garantera bæði líkt og ólíkt. Men sum tíðin líður, uttan at tú merkir tað í gerandisdegnum, byrjar »bacillan« at gera um seg, og tú fert á glið so ella so, uttan at tú ætlaði tað. Tað er bara so, staðfestir hann.
Heri Niclasen sigur, at tá hann arbeiddi í Smyril Line, sum var í kapping við DFDS á Føroyarutuni, var tað altíð lættari at áseta prísirnar til Íslands har ongin kapping var, enn at áseta teir millum Føroyar og Danmark har Winston Churchill eisini sigldi.
Starvsfelagi hansara í DFDS segði seinni, at teir altíð bíðaðu, til Smyril Line hevði ásett ferðaseðlaprísirnar, og so komu teir aftaná og løgdu seg uml. 10% undir.
?Soleiðis var tað bara, og tað helt okkum aftur við ikki at vera alt ov gramligir á Føroyarutuni. Slíkt er bara gott, og kappingin kemur altíð kundunum til góðar. Við nýggju Norrönu er komforturin hækkaður munandi og kapaciteturin øktur uml. 50%, sigur Heri Niclasen.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til kostnaðarstøðið á flogferðaseðlum millum Føroyar og Danmark. Tað eigur ferðavinnan og onnur vinna sjálv gera vart við.
Og tað hava teir eisini gjørt, frættist í fjølmiðlunum, sigur hann og sipar til tað, hotelfólk í seinastu viku søgdu um, at ov lítið pláss var til fremmand ferðafólk, sum ætlaðu sær hendanveg um summarið.
?Mín fakligi áhugi liggur í, at Atlantic Airways syrgir fyri, at ríkiligt av kapaciteti altíð er til staðar til øll sløg av ferðandi, og at teir arbeiða væl og virðiliga við breiðum viftum av prísstrukturum og marknaðarføring fyri at fáa ferðafólk til Føroya. Hinvegin skilji eg væl, at Atlantic Airways roynir at fáa nakrar krónur í kassan. Flogfør teirra eru ikki heilt ung longur og skulu skiftast út um ikki so langa tíð, og tá tosað vit um risaupphæddir, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya.