Ratingarfyritøkan Moody´s hevur lækkað sína rating av Bank Nordik og seks øðrum donskum bankum. Í nýggju metingini av BankNordik ljóðar millum annað, at bankin er viðbrekin fyri hendingum í útlandinum. Tí lækkar langsiktaða ratingin frá Baa1 til Baa2, meðan metingin av fíggjarliga styrkini lækkar úr C- til D+, skrivar Børsen.
Umframt Banknordik lækkar Moody´s sonevndu langsiktaðu ratingina og ratingina fyri fíggjarligari styrki hjá Nordea, Jyske Bank, Sydbank, Spar Nord Bank og Ringkjøbing Landbobank.
Lækkanin kann í síðsta enda gera tað dýrari hjá viðskiftafólkunum, sum hava lán í bankunum.
Eisini Danske Bank missir rating, men ?bara í ?langsiktaðu ratingini? - ikki í ratingini fyri fíggjarligari styrki.
Høvuðsorsøkin er, at danskir bankar hava torførari við at fáa fígging, eftir at Amagerbanken fór á húsagang, staðfestir Moody´s.
- Okkara rating afspeglar tað, vit síggja á danska marknaðinum, og her er týðiligt, at Bankapakki 3 ger tað torførari hjá donskum bankum at fáa fígging á altjóða fíggjarmarknaðunum. Soleiðis hevur tað verið, síðani Amagerbanken fór, og obligatiónsíleggjarar mistu pengar ? og soleiðis er tað framvegis, sigur Oscar Heemskerk, greinari hjá Moody´s við Business.dk.
Rating-lækkanin av donsku peningastovunum ger tað dýrari hjá teimum at lána pening á altjóða fíggjarmarknaðunum, og tað merkist í síðsta enda hjá viðskiftafólkunum, sum hava lán í bankunum, skrivar børsen.dk.