Moody's: Vit mæla ikki til kvotur ella fiskidagar

Ratingstovnurin Moody's mælir hvørki til fiskidagar ella kvotur. Tað ráðgeva tey ikki um

 

Kjak tók seg upp herfyri um ratingfyritøkan Moody's í sínari frágreiðing  og rating av føroyska búskapinum, hevur mælt til at brúka kvotur at stýra føroyska fiskiskapinum við, heldur enn fiskidagar.

 

Johnny i Grótinum, búskaparfrøðingur, segði eftir at hava lisið frágreiðinginax, at stovnurin fegnaðist um fiskivinnunýskipanina, men ikki mælir til kvotur.

 

Nú váttar Moody's, at hetta ger stovnurin ikki. Í telduposti  til Johnny í Grótinum, skriv ar Harald Sperlein, Moody's:

 

-"We do not advice on a certain system, nor do we recommend a certain system. What we do in this report is to describe the effect that we see (from the discussed fishing reform) to the credit profile of the government."

 

Við øðrum orðum: stovnurin fegnast um fiskivinnunýskipanian, men veitir ikki ráð um, hvørt tað skal vera fiskidagar ella kvotur.