Móti jólum á Føroya læraraskúla 1964 og eingilin Gabriel

Glámlýsið festi røtur í trækrúnurnar uppi í Viðalundini. Tann stóri minnisvarðin yvir teir sjólætnu, bar alt hetta glámlýsi á sínum herðum. Um Kirkjubøreynið fóru rípur av ljósi, køldum frostljósi, hond í hond yvir teir døkku klettarnar ovast uppi í Reyninum. Soleiðis hugleiðir Frits Johannesen úr Fuglafirði um jóltíðir 1964?

Tað var bítandi kalt og turrafrost. Skyggísurin spákaði sær í smáum hyljum, á steinum og tjørnum víða um, men eisini niðri í Havnini vóru hyljar - eygnadropar, sum lógu niðri í tí svarta bikhavinum. Tær pinkulítlu ísrendurnar fingu ikki frið fyri bilunum hjá Júst Sivertsen. Tær fóru upp í múrtsl og lógu nú og smáskeldaðu inn á hesar oyðandi roykdrekarnar, sum fóru um tað kolakrunksvarta bikhavið morgun og kvøld. Um náttina var øðrvísi. Tá fingu hyljarnir frið. Nú var lítil og eingin ferðsla og fóru hesi smáu eygu upp at floyta sær í tí køldu luftini og tí bjarta mánalýsinum.

Móti jólum gjørdust hesi Havnareygu so orðarík, at tutlið frá teimum sjarrandi ísblómunum, bóru jólaløg við sær úr aðrari verð. Ikki so sjaldan legðist murrukavi um náttuna av Tinghúsvegnum, Oman á Vaglið, eftir Frantsabrekkuni, út eftir Sverrisgøtu, Dr. Jacobsens gøtu og niðan Dalavegin. Jólini vóru við at menna seg í hesum smáu asfaltseygum, men mannaeygað helt lítið um hesar vágpirrur. Tey illneittust inn á Havnar kommunu, at hon ikki jodaði upp undir jól, so asfaltið var heilt sum ein troyggjubulur. Nei, her var einki at gera. Viku fyri jól vóru fólk í jólahýri og í sýnisgluggunum fór smátt um smátt okkurt skreytakent at hanga, ikki vóru stundir at hugsa um tey smáu heljareyguni, íð stardu upp í teir litføgru sýnisgluggarnar.

Vit, sum gingu á Læraraskúlanum, stóðu á trappusteininum og royktu í fríkorterunum saman við Bjarna Niclasen, Sofus Joensen og Petur Martin Rasmussen. Hesir áttu bikhavið á Vaglinum og høvdu býtt tað upp sína millum. Teir stóðu allir við hvør síni pípu og lótu roykin frá hesum pípuhúsa staðfesta makt sína og hevdaðu megi sína at lata roykin fara sveimandi yvir tjøruhavið. Hann var so javnt tættur henda morgun 19 des. 1964. Hann fór sum pollamjørki í Djúpunum - hálsfevndi øklarnar á fólki í fóru um plinkar og mið á asfaltshavinum framman fyri Læraraskúlanum.

Roykurin var góður. Tú fekst brell av hesum sáttarroyki, at onkran dagin legði tú til brots við pípuni og hevdaði megi tína við hesum munnbara roykklova sjálvur. Ja, kanska, men ikki allir av okkum fóru at ganga sum indianara høvdingar um breytir og gøtur og hevda tað ósjónliga magni, sum lærarar mangan høvdu. Bjarni, Sofus og Petur Martin glaðaðu henda morgun. Hvønn teir glaðaðu til, vistu vit ikki, men kynstrið í pípumentan teirra, var so innlivað, at tað kundi gera tað sama, hvønn munnvika teir brúktu, men guvuroykurin úr hesari lítlu grúgvu boðaði um vit og skil, men eisini var hetta eitt ósjónligt tekin um makt og megi.

Tað kundi eisini bara vera ein hugni, ein góð løta, sum teir untu sær saman við óskyldugum bygdadreingjum, ella hevði Nygaard brumma um, at tað var ósømiligt, óhøskandi at roykja pípu inni undir bitunum á læraraskúlanum? Um so var, eru teir farnir stillisliga útum , og latið Nygaard brumma sítt brumm í sínum lag innanveggja.

Teir stóðu sum standmyndir í hesum glámlýsinum, sum var henda morgun. Ikki stórir menn, men tættvaksnir og samankiptir. Ikki sóu teir út sum standmyndin uppi í Viðalundini, men teir royndu eisini við sínum herðum at bera glámlýsinum uppi og menna løtuna við tí angandi pípuroykinum. Hetta høvdu teir fram um standmyndina í Viðalundini, at teir royktu pípu og vóru føroyingar.

Henda morgun í desembermánaða 1964 var roykurin í pípunum hjá Bjarna, Sofus og Petur Martin so kria hvítur. Hann velti sær um høvur teirra, at brátt skiftist myndin. Teir fingu eingladæmi. Roykurin gav teimum fjaðrar og veingir. Hvørja løtu væntaði vit, at teir fóru at taka seg uppfrá og boða um Jesu føðing og blanda seg við glámlýsið, men so var ikki. Pípan varð stungin í lumman, tá ið tað ringdi og farið varð inn í Miðstovuna at hoyra Sofus greiða frá, meðan jólahugnin knoðaði glámlýsið út yvir Perluna og Sjómansheimið; tað sóu vit úr Miðstovuni.

Roykurin av Havnini - glámlýsisiroykurin helt fast í húsatromirnar megin partin av desember mánaða. Tá lá Havnin í dvala og helt hondina yvir sínum elskuligu býarbørnum. Vit vóru tríggir næmingar, ið búðu í hjallaranum hjá Gertrud og Absalon Eysturoy - Jóannes Nolsøe úr Vági, Jógvan Ólason og greinskrivarin úr Fuglafirði. Vit válaðu oman og niðan í hesum løgna og hulisliga lýsi dag um dag - eftir Dalavegnum, Dr. Jacobsens gøtu, Sverrisgøtu, Áarvegnum og inn á Læraraskúlan.

Vit vóru fastir kundar hjá Magnus Skæling og Edith konu hansara - Edith hjá Annu Sam. Hann plagdi at pynta eitt sindur til jóla. Tað var ikki tað stóra, men eingilin Gabriel, plagdi at koma upp at hanga millum vørurnar, ið stóðu á hillum og í tí fitta sýnisglugganum. Tá vitstu vit, at nú vóru jólini í hondum.

Nú tykist tað eins og at farið verður undir jólastáki á Ólavsøku. Hetta hevði verið lítisvert í eygum Magnusar. Hann var ov vitugur til slíkt stakkalastás, nei, hann var ein rættur handilsmaður, ið kendi seg og síni. Ikki bara tað, eisini sálareyðkennini hjá teimum, ið stukku inn á gólvið at keypa, vóru honum ikki ókunnug. Her angaðaði av bygdadámi mitt í Havnini.-

»Ná, goddag ja, tú ja, tú skalt hava- ja, seks egg, ein pakka plantumargarin - júst komið á marknaðan, eitt stk. ost og eina krukku appelsinsyltutoy. Tú skalt hava eina eskju av tomatsild... og so tað sama sum tann fyrri, ja, og tú skalt hava eina eskju av pikantum smyrjosti og so tað sama sum tann fyrri.« Okkum nýttist einki at siga, hvat vit skuldu hava. Stungu vit nøsina inn um, so fór hann í sínum gula kitli eftir tí, ið okkum tørvaði. Kona hansara hon gekk í bláum kitli. Hon var eitt sindur hølt, men fryntlig vóru tey bæði og fyrikomandi. Goldið varð kontant. Sjálvandi vóru vit ikki teir stóru kundarnir, men honum líkaði hetta, at fáa eitt gott prát, um tað sum fórt fram manna millum og hvussu Sofus hevði tað á Læraraskúlanum. Teir vóru skyldmenn. Sofus var bróðirsonur hansara. Ikki so sjaldan sóu vit Sofus sita og telva saman við Skælingi í stovuni. Tá ið so var, sást alpuhúgvan hjá Sofusi førka seg millum planturnar í vindeygakarminum, og vitstu vit, at nú sótu teir í búnum talvi.

Okkum longdist eftir einglinum Gabriel hjá Skæling. Nær kom hann undan kavi - nær fór hann at koma upp úr tí frumaldar glámlýsishavinum, íð hekk út yvir Havninia? Ikki kundi tað vera leingi nú, at hann fór at seta seg á ta grønu hillina hjá Skæling ella tann lítla bygdasliga sýnisgluggan, ið stamaði jólahugna út í tún. Gabriel var hin sami ár um ár. Hann var eitt sindur litfarin síðstu ferð vit sóu hann, men eygnabragdið var tað sama. Tann sami Gabriel, ið boðaði um jól og hágtíðardám í Havnargøtu, um jólafrí og jóladagar øll árini vit vóru í Havnini.

Skæling hugdi so vitugur upp um sínar brillur, tá ið vit stukku inn á gólvi. Í sínum gula kitli minti hann nógv um teir dugnaligu serfrøðingarnar á Kap Canaveral - (Kap Kennedy) Vit hugsaðaðu um, hvar hann mundi goyma eingilin Gabriel. Lá hann millum bløðini í onkrari forkunnugari bók, ella lá hann í onkrari skuffu og lurtaði eftir tí, íð sagt varð alt árið ígjøgnum? Fyri okkum var hetta eitt sindur kultist, at fáa eygað á Gabriel undi bitunum hjá Skæling fyri jól, og hoyra stummu orð hansara um góð og hugnalig jól og eydnuberandi nýttár, áðrenn farið varð norður um og suður um.

Eisini eingilin Gabriel visti hvat okkum tørvaði. Hann fylgdi við harra sínum við sínum droymandi eygnabrái og koyrdi undir Skæling gamla: Kvika tær nú, møsna ikki ov nógv, sel nú hvat tú kanst. Men Skæling lat ikki um vón. Hann gjørdi sítt og hugsaði at fara væl um kundan. Einglalagið av tí grønu hillini var partur av dagsverki hansara. Gabriel var partur av Magnus Skæling og hann av honum.

Vit vóru sum teir heilagu kongarnir, ið gingu okkara gongd. Komu av bygd og royndu at fáa okkum førning í høvuðsstaðnum at bera víðari. Vit høvdu sæð stjørnuna sum lýsti yvir staðnum - endurskin av vitan og kunnleika, sum var í vetrarglámlýsinum, men ikki fyrr enn Gabriel hjá Skæling var komin fram í sýnisgluggan, kundi vit rætta ryggin og kenna okkum vísar og taka boðskapin frá hesum fitta rúmdarbarni at okkum.

Tað fór eitt suð ígjøgnum Sverrisgøtu. 19. des 1964 kl hálvgum týggju um morgunin. Tá var Gabriel floygdur. Hann hevði sett seg í sýnisgluggan. Vit steðgaðaðu á uttan fyri um fýra tíðina eftir skúlatíð, áðrenn farið var inn at keypa. Faðir Gabriels - Magnus var kurtisligur, fróur og ljóðkátur. Hann næstan sang av offarakæti, tá ið hann kom við sínum viðmerkingum oman fyri bryllugløsini, um jólini og jólahugna. Gabriel fylgdi við dreymakendum eyga meistara sínum og hevði ein tigandi boðskap til okkara. Nú vitstu vit, at jóladagar vóru fyri stavn og at farast kundi undir jólahald og hugna. Veitsla skuldi verða um kvøldið í B-36 húsinum. Við myndini av Gabriel í sýnisglugganum hjá Skæling og Magnus Skæling í tí gula kitlinum, og konu hansara í tí bláa kitlinum, fór veitslan at verða góð. Og so var.

Nú er nógv vatn runnið í á síðani hesar dagar, men hvørja ferð tú fert framvið hjá Skæling, sært tú Gabriel fyri tær og tú hoyrir Skæling siga: »Ja, tú skalt hava tað sama sum tann fyrri og so tomatsild afturat.......ja, so siga vit tað.......