Mótstøðuliðið hjá HB leikti javnt móti Linfield

Newtown AFC fekk gott úrslit móti norðurírska Linfield FC í Belfast

Hóskvøldið 7. juli klokkan 19 tekur HB móti walisiska liðnum, Newtown AFC í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League.

 

Meðan kappingin í Føroyum er í gongd er kappingin í Wales í dvala. Tí fyrireika teir seg hjá Newtown AFC við venjingardystum.

 

Í vikuskiftinum fekk Newtown eitt flott úrslit á útivølli móti norðurírska liðnum, sum í tíggjunum sendi bæði B36, ÍF, NSÍ og HB úr evropeiskum kappingum, tó tepurt.

 

Newtown megnaði javnleik 0-0 móti Linfield FC, ið var favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin. Newtown spælir ikki aftur fyrrenn teir møta HB í Gundadali um 10 dagar.