Mótstøðuliðini í Silver League funnin

Staðfest er í morgun á høvuðsskrivstovuni hjá CEV í Luksemborg, hvørji mótstøðuliðini hjá føroysku flogbóltskvinnunum og - monnunum verða í Silver League kappingunum

Staðfest er í morgun á høvuðsskrivstovuni hjá CEV í Luksemborg, hvørji mótstøðuliðini hjá føroysku flogbóltskvinnunum og - monnunum verða í Silver League kappingunum.

 

Kvinnurnar eru í einum bólki við fýra liðum. Hesi eru Portugal, Montenegro og Georgia, meðan mennirnir eru í einum bólki við trimum liðum, sum eru Letland og Kýpros.

 

Dystirnir hjá monnunum verða spældi soleiðis:

 

28. mei: Føroyar – Kýpros

 

4. juni: Føroyar - Lettland

 

10. ella 11. juni: Lettland - Føroyar

 

17. juni: Kypern - Føroyar

 

Dystirnir hjá kvinnum verða spældir soleiðis:

 

28. mei: Føroyar - Montenegro

 

31. mei: Føroyar - Georgia

 

4. juni: Føroyar - Portugal

 

10. ella 11. juni: Portugal - Føroyar

 

14. juni: Georgia - Føroyar

 

17. ella 18. juni: Montenegro - Føroyar

 

Bæði liðni byrja sostatt við øllum heimadystunum og leika síðani útidystirnar, so síðst í mei og fyrst í juni verður flogbóltsfepur í høllini á Hálsi í Havn, har heimadystirnir verða spældir. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki.

 

Um hugt verður eftir styrkismetunum hjá CEV fyri evropisku liðini, so áttu føroysku kvinnurnar at haft ein møguleika ímóti Georga, sum tapti allar sínar dystir í Eurovolley undankappingini.

 

Mennirnir áttu at kunna gjørt seg galdandi ímóti Kypern, um hugt verður at styrismetingini eina og harvið møguliga kunna leikt seg víðari í kappingini. Hinvegin, so spældi Kypern væl í Eurovolley undankappiningi og vann eitt nú báðar dystirnar ímóti Noreg.

 

Landsliðini bæði fara undir fyrireiking til kappingarnar millum jól og nýggjár.