Tað skrivar Kringvarpið.
Tøkan hjá felagnum setti samstundis met við nærum 15.000 tonsum av laksi.
Sambært stjóranum, Hans Jákup Mikkelsen, hevði tað givið størri støðufesti í rakstrinum, um felagið hevði fingið eitt aliøki afturat.
– Vit vilja fegin hava fýra loyvi fyri at tryggja størri stabilitet í rakstrinum, sigur hann.
Mowi í Føroyum hevur í dag trý aliøki.












