Mr. Bean mótmælir lóg

Bretski sjónleikarin Rowan Atkinson, ið tey flestu kenna sum Mr. Bean, er í øðini inn á stjórnina í London, tí hon fyrireikar eina lóg, sum skal gera tað revsivert at skemta sær við átrúnaðarligum viðurskiftum. Hann og onnur halda, at lógin er eitt álop á tali- og talifrælsið.

Mr. Bean var eisini ímillum teirra, sum mótmæltu einum tilsvarandi uppskoti í fjør, men tá bleiv uppskotið ikki samtykt, tí Yvirhúsið segði nei. Nú roynir stjórnin so aftur, men tað ger Mr. Bean eisini.